Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Drotningin framvegis týðandi leiklut

John William Joensen

Lisbeth L. Petersen, fegnast um at Drotningin framhaldandi kemur at hava ein tíðandi leiklut í Føroysku Fólkakirkjuni

Í løtuni verður yvirtøkan av Fólkakirkjuni viðgjørd í tinginum og undir viðgerini fegnaðist framsøgukvinnan hjá Sambandsflokkinum, Lisbeth L. Petersen um at Drotningin framhaldandi fór at hava ein týðandi leiklut í Føroysku Fólkakirkjuni.
– Drotningin hevur altíð havt stóran týdning fyri føroysku fólkakirkjuna og eg fegnist um at vit í viðmerkingunum til lógina hava fingið staðfest leiklutin hjá Drotningini.

Brot úr – Uppskot til løgtingslóg um fólkakirkjuna í Føroyum

Kongshús og fólkakirkja
Frá gamlari tíð hevur kongur havt stóran symbolskan týdning fyri føroyingar. Tað kom meira enn so fyri, at Løgtingið í gomlum døgum vendi sær beinleiðis til kong við kærum og uppskotum, og kemur henda siðvenja eisini fram eitt nú í Fuglakvæðnum. Kongsvaldið hevur verið frammarlaga í hugaheimi føroyinga í øldir…… 
……. Hóast drotningin, sum ríkishøvur, eftir yvirtøkuna ikki kemur at vera evsti formligi kirkjumyndugleiki, er tað av søguligum orsøkum natúrligt, um kongshúsið í framtíðini kemur at hava ein týðandi seremoniellan leiklut í sambandi við ávísar týðandi kirkjuligar hendingar í fólkakirkjuni í Føroyum, soleiðis sum siðvenja hevur verið…….