Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Drotningin vitjaði Sambýlið á Heygnum

John William Joensen

Búfólkini í Sambýlinum á Heygnum, vóru í fínasta stás tá drotningin saman við prinsagemalinum vitjaði.

Tað var fyristøðukvinnan Valborg Josephsen, ið tók ímóti og presenteraði búfólkini fyri Drotningini. Sigrid á Høvdanum, sum dagliga er kokkur á Sambýlinum hevði rættuliga foldað seg út tann dagin og gjørt eitt framúr frokostborð til tey kongaligu.
Sum sæst á myndunum, so var tað Lassin Isaksen, ið greiddi frá úti á altanini, um sera vakra útsýnið av Sambýlinum á Heygnum.
Eftir at tey kongaligu høvdu heilsað uppá øll og sæð eitt sindur útyvir Klaksvíkina, varð farið til borðs, men undir sjálvum borðhaldinum fingu tey frið fyri myndatóli okkara.