Rúni Joensen, aðalskrivari í Innlendismálaráðnum, sigur at kanningin av gegniðnum hjá Kringvarpsnevndini kann taka drúgva tíð.
– Fyri tað fyrsta so eru vit ikki heilt greið yvir um tað er rætt av einum ráðið at senda slíkar spurningar til okkum, tí aðrastaðni er tað vanligt at ráðini sjálvi gera sínar løgfrøðiligu niðurstøður.
– Harafturat kunnu vit ikki leypa á leistum og hála eina løgfrøðiliga niðurstøðu burtur úr ermuni. Í einum slíkum málið sum hasum eru jú fleiri persónar innblandaðir og vit mugu kannað hvat teir meina um málið. Eisini er tilmælið um setanina komin frá mentanarnevdini hjá Løgtingunum og tí mugu vit eisini fáa úttalisið frá teimum. Eisini hevur tað týdning hvat landsstýrismaðurin sjálvur meinar um málið tí tað er hann sum setur stýrið og spurningurin er um hann er bundin av nøkrum.
– Eg kann í hvussu so er siga at vit fyrsta dagin fara at meta um málið og eg dugi ikki at síggja annað enn at talan verður um eina drúgva viðgerð.
– Um eitt slíkt mál var lagt fyri løgtingsins umboðsmann so hevði tað neyvan tikið minni enn eitt hálvt ár at avgreitt, men eg dugi ikki at siga hvussu skjótt vit klára at arbeiða.




