Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dugdu ikki at spæla 4 móti 4

Oliver Joensen

Tá KÍF fór at mansuppdekka báðar útlendingarnar hjá Team Klaksvík, so hevði heimaliðið einki mótspæl eftir ein annars fínan fyrra hálvleik.

Í fyrra hálvleiki byrjaði KÍF betri, men Team Klaksvík hekk væl í og kom aftur um miðjan fyrra hálvleik. Móti endanum hevði KÍF møguleikan at leggja seg á odda við fleiri málum, men Rasmus Magnusson stórbjargaði og ístaðin javnaði Team Klaksvík løtu seinni soleiðis, at hálvleiksstøðan var 16-16.

Men í hálvleikinum hevði KÍF avtalað, at fara út at mansuppdekka báðar útlendingarnar hjá Team Klaksvík. Igor Petrikeev og Zarko Pejovic fingu einki gjørt og hóast nógv pláss var at spæla á, so dugdu teir á heimaliðinum ikki at spæla 4 móti 4. Helst eisini tí, at hetta var ein nýggja støða, ið liðið ikki hevur spælt ímóti fyrr í ár. KÍF fekk eina greiða leiðslu tíðliga í seinna hálkvleiki og økti spakuliga allan vegin. Endaliga úrslitið gjørdist 34-25, og sostatt fekk Team Klaksvík bara 9 mál í seinna hálvleiki, tá tær báðar mansuppdekkingarnar vóru.

Tó munnu klaksvíkingar fegnast um, at liðið spældi fult upp móti góða liðinum hjá kollfirðingum allan fyrra hálvleiki og var til tíðir enntá betri.

Málskjúttarnir hjá Team Klaksvík vóru: Zarko Pejovic (7), Jákup Joensen (4), Igor Petrikeev (4), Jón Jacobsen (3), Sámal á T. Olsen (3). Dánjal Kjærbo (3) og Vilhelm Vilhelmsen (1). Toppskjútti hjá KÍF var Jákup Trygvason við 8 málum.