Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dugni bjóðar øllum í 60ára føðingardag

Tíðindaskriv

Í samband við 60 ára stovningardagin hjá Dugna bjóða vit til føðingardag fíggjadagin 29. apríl. Dagurin verður hildin á deildum okkara á Hjalla, við Áir og á Kambsdali, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað hevði glett okkum at sæð okkara vinnuligu og almennu samstarvsfelagar eins og fyrrverandi næmingar, arbeiðsfólk og starvsfólk og annars øll, sum hava hjarta fyri arbeiðinum hjá Dugna.

Á deildunum verða ymiskar framsýningar settar upp til at lýsa virksemi stovnsins fyrr og nú. Somuleiðis verður høvi at ganga runt og síggja verkstaðirnar, skúlastovurnar og búdeildina.

Dagurin byrjar uppá á Hjalla, har bjóðað verður til stórt morgun-matarborð. Síðani verður farið til skúlan við Áir, har vit bjóða miðmála, og dagurin endar á Kambsdali, har vit bjóða kaffi og kakuborð.

Á bingjuplássinum hjá Brennistøðini á Hjalla bjóða vit kaffi og køkur hendan dagin. Á hinum bingjuplássunum kring landið, har vit hava bingjur standandi í samráð við IRF, bjóða vit kaffi og køkur leygardagin 30. apríl.


Skráin fyri dagin er:


Á Hjalla kl. 9.30 -11

Allan Mørkere, deildarleiðari, bjóðar vælkomin

Ása Olsen, forkvinna, ber fram røðu

Allan bjóðar til morgunmatarborðið

Tónleikainnslag

Møguleiki fyri at bera fram heilsan

Hedvig Johansdóttir, stjóri, vísir á framsýningar og rundvísing


Á skúlanum við Áir kl. 12 -13.30

Stig Elttør, deildarleiðari, bjóðar vælkomin

Eyðgunn Samuelsen, landstýrisskvinna, ber fram røðu

Hedvig Johansdóttir, stjóri, ber fram stutta heilsan

Kári Petersen, hugleiðir um byrjanina hjá Dugna/ ALV

Stig bjóðar til miðmálaborðið

Møguleiki fyri at bera fram heilsan

Tónleikainnslag

Ása Olsen, forkvinna, ber fram røðu og vísir á framsýningar og rundvísing


Á Kambsdali kl. 14.30 -16

Torgerð Hansen, deildarleiðari, bjóðar vælkomin

Eyðgunn Samuelsen, landstýrisskvinna, ber fram røðu

Ása Olsen, forkvinna, ber fram røðu

Torgerð til kaffi- og køkuborðið

Møguleiki fyri at bera fram heilsan

Tónleikainnslag

Hedvig Johansdóttir, stjóri, vísir á framsýningar og rundvísing


Øll eru hjartaliga vælkomin til føðingardagin 29. apríl.