Vit hava fingið nakrar myndir sendandi úr nýggja heimstaðnum hjá Dúgvuni, sum skiftið Leirvíksfjørð út vit heitari strendur.
Vit frætta eisini, at skipið hevur rigga fínt, men at teir mangla ferjulegur, sum Dúgvan brúkti her í Føroyum. Teir hava bara vanligar kajir, so tað kann vera sera trupult at lossa. Við hvørt mugu teir passa lossingina til flóð og fjørðu.
Á myndunum sæst, at teir hava latið firmamerkið hjá SL standa á stevninum og á skorsteininum, so um onkur føroyingur fer handavegin, so er Dúgvan løtt at kenna.




