Norðlýsið frættir í kvøld, at menn, sum hava siglt við Strandfaraskipinum Dúgvan hava fingið boð um at teir nú fáa uppsagnarbræv, orsakað av at Dúgvan verður løgd og ikki kemur í sigling aftur um Lorvíksfjørð. Orsøkin til hetta sigst vera at Strandferðslan væntar pening at røkja rutuna við og tí er avgjørt at Ternan og Sam framhaldandi skulu røkja rutuna.
Fyrst er at siga, at tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fatur á nøkrum á Strandferðsluni. Men hinvegin hava vit frá álítandi keldum fingið at vita, at menn, sum hava siglt við Dúgvuni nú hava fingið boð um at teir fáa uppsagnarbræv orsakað av at Dúgvan verður tikin úr sigling orsakað av væntandi peningajáttan til Strandferðsluna.
Tað sær út til at norðoyingar við hesum verða bumbaðir fleiri ár aftur í tíðina á samferðsluøkinum um fjørðin og mugu helst brynja seg við tolið til undirsjóvartunnilin verður veruleiki, í hvussu so er um Strandferðslan hevur seinasta orðið at siga.




