Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dukkuhús hjá Helge Harboe Ree í Leikalund

John William Joensen

Nú uppundir jól hevur eitt dukkuhús staðið inni á diskinum í Leikalund, og kemur at standa til jólini eru av.

Tað var norðmaðurin Helge Harboe Ree, sum gjørdi dukkuhúsið í Klaksvík einaferð í 1940 árunum.

Húsið er eitt norskt hús við øllum møblum og lutum inni, og eisini eru ljós sett upp inni í húsinum.
Helge kom til Føroyar undir krígnum, og sigldi tá sum sjómaður. Hann fekk skaða umborð, og varð innlagdur á sjúkrahúsið í Havn, har hann hitti Odu Kjølbro úr Klaksvík, sum hann kendi frá tí Oda var yviri í Noregi í 1930 árunum. Oda og hann giftust og búðu í Klaksvík undir krignum og nakað eftir tað, har Helge tókst við ymist handaligt í virkseminum hjá Kjølbro-fyritøkuni, til hann aftur fór til skips. Hann sigldi so til hann legðist uppi. Helge doyði í 1991 í Noregi.

Helge var ein hegnismaður til alt handaligt og gjørdi mangt. Umframt dukkuhúsið gjørdi hann eisini modellskip og modell av húsum, m.a. av sethúsinum hjá Kjølbro, og hann málaði fleri vatnslitmyndir av virkisbygningunum hjá Kjølbro. Eftir hann eru sostatt fleiri góðar vatnslitmyndir av bygningum og umhvørvi í Klaksvík í 1940 árunum.

Karin Maria Torvadal, dóttir Helge og Odu, hevur latið húsið til Norðoya Fornminnasavn at varðveita.