Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dundalk sparir allan hópin í kvøld

Jákup Ósá

Eingin av leikarunum, sum byrja inni móti KÍ hóskvøldið, eru í hópinum hjá Dundalk í kvøld.

Dundalk spælir í kvøld landskappingardyst móti oddaliðnum í Írlandi. Dundalk fekk ikki ynski uppfylt at fáa dystin útsettan. 10 av leikarunum og tveir á bonkinum, ið komu inn, frá dystinum í Moldova hóskvøldið eru als ikki í hópinum í kvøld. Tann einasti sum spælir er liðskiparin Chris Shields. Hann hevur leikbann til dystin hóskvøldið.

Sostatt ger Dundalk tað sama sum Slovan Bratislava og Dinamo Tbilisi gjørdu vikuskiftið áðrenn dystirnar móti KÍ.

Harleywoodpaint