Bjóðað verður til fernisering og framsýning hjá Duritu Flóvinsdóttir á matstovuni hjá Dugna á Hjalla. Framsýningin letur upp við fernisering; Týsdagin 17. Sept kl. 14 – 16.
Bjóðað verður til fernisering og framsýning hjá Duritu Flóvinsdóttir á matstovuni hjá Dugna á Hjalla. Framsýningin letur upp við fernisering; Týsdagin 17. Sept kl. 14 – 16.
Umframt kaffi og nýbakaðar køkur frá matstovuni, bjóðar Durita til undirhald við hugnaligum harmonikutónum frá Flóvin Jacobsen á harmoniku og Fróða D. Sandoy á bass til ferniseringina.
Framsýningin er við litríkum og femininum málningum eins og einklum blýant og blekk tegningum. Møguleiki er fyri at vitja framsýningina fram til fríggjadagin 11. okt. millum kl. 11.30 og 16.00 allar gerandisdagar.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




