Durita K. Ljósstein fer komandi kappingarár at spæla fyri VÍF, váttar hon fyri Norðlýsinum.
Durita K. Ljósstein hevur seinnu árini spælt í Noreg við Selbu. Men nú vendur hon heim aftur til føroyskan hondbólt í eina tíð. Tað verður ikki barnsdómsfelagið Stjørnan, ið hon kemur at umboða, men VÍF úr Vestmanna.
– Eg spældi í Noreg við Selbu fram til í mai mánað. Eg hevði sáttmála í eitt afturat, men valdi at søkja á skúla. Tá eg so ikki slapp inn á skúlan niðri fyrr enn í februar, so valdi eg at venda heim aftur og spæla í Føroyum fram til tá. VÍF setti seg í samband við meg, og tað helt eg ljóðaði spennandi. Liðið er spennandi, og eg kenni onkrar leikarar har sum m.a. Duritu Christophersen, ið eg havi spælt saman við í Stjørnuni. Eg havi altíð spælt við Stjørnuni í Føroyum og mín familja hevur altíð verið partur av Stjørnuni á onkran hátt, so hetta var eisini ein møguleiki at royna nakað nýtt. Stjørnan vísti eisini áhuga, men tá hevði eg longu gjørt avtalu við VÍF, sigur Durita K. Ljósstein við Norðlýsið.
Unga VÍF liðið vil í finalurnar
Durita sigur, at í fyrstu syftu spælir hon við VÍF fram til seinast í januar, tá hon fer undir lestur í Danmark. Hvat síðani hendir eftir tað velst m.a. um, hvussu liðið liggur á stigatalvuni. Sjálv væntar hon eina harða kapping í ár.
– Eg havi ikki sæð stórvegis av dystum seinastu árini í Føroyum, so eg dugi illa at siga, hvussu hini liðini eru fyri. Men Neistin hevur verið føroyameistari seinastu árini og er helst favorittur og so koma Kyndil og VB, sum væntandi eisini hava góð lið. Vit vóna eisini at vera við í kappingini um plássini í finalunum, sigur Durita K. Ljósstein við Norðlýsið.
Spurd um, um hon er ein betri leikari nú enn hon seinast spældi í Føroyum, svarar hon soleiðis:
– Tað er ringt at siga, og tað vil tíðin vísa. Men eg haldi, at eg havi lært nógv frá tíðini í Noregi og mátanum, sum tað verður spælt uppá har. Eg havi eisini meira royndir, sum vónandi koma unga VÍF liðinum til góðar, sigur Durita K. Ljósstein at enda við Norðlýsið.




