Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Durita Wilhelmsen, Kolding: Flogferðir millum Føroyar og Danmark

(Norðlýsið – Tíðindi)

Durita Wilhelmsen, flogterna, skrivar um flogferðslukappingina á føroyarutuni.

Nú tað hevur verið nógv frammi í fjølmiðlunum, um at tað nýggja føroyska flogfelagið FaroeJet hevur haft ov fá ferðafólk, síðan teir byrjaðu at flúgva, kann eg ikki lata verða við at gera nakrar viðmerkingar.

Sjálv havi eg verið flogterna hjá Maersk Air síðani 1999, (og síðani í fjør hjá Sterling) og kenni alt til kapping millum Atlantsflog og Maersk. Prísirnir millum nevndu flogfeløg vóru fyri tað mesta teir somu. Hetta komst av at landið meir ella minnið avgjørdi prísirnar. Hetta monopolið, um ein so kann siga, er nú tíbetur avtikið. Og hetta hava einans kundarnir fyrimunir av.

Tá eg sá í sjónvarpinum, at ov fá ferðafólk velja at flúgva við FaroeJet, harmaði tað meg. Eg skilji væl, at føroyingar valdu at flúgva við Atlantsflog heldur enn Maersk, tí so vóru pengarnir jú verðandi í landinum, heldur enn at senda teir til Danmarkar. Men bæði Atlantsflog og FaroeJet eru føroysk flogfeløg, og bæði trygd og tænastustøði er serstakiliga høgt í báðum feløgum.

Alt er til sølu fyri rætta prísin. Hetta er eisini galdandi fyri flogfeløg. Nú so nógv verður tosað um privatiseringar, er tað ringasta ein kann hugsa sær, at annað felagið gevst, og hitt verður selt til útlendskar íleggjarar. Teir eru ikki áhugaðir í at hava negativ tøl á niðastu linju. Og tað er bara ein í skal gjalda fyri hetta, og tað er ferðafólkið. Um ikki onnur feløg eru at velja ímillum, ja so verður ein noyddur at gjalda prísin, um ein ætlar sær út at ferðast.

So góðu føroyingar, hugsið tykkum tí um, tá ið tit keypa ferðaseðil næstu ferð. Havið til væna at ferðast aðruhvørja ferð við feløgunum. Tað er einasti mátin bæði feløgini kunnu yvirliva uppá. Tí gevst annað, óansæð hvørt, so fara prísirnir 100 % sikkurt at hækka heilt nógv. Ein minnist jú eisini prísleguna tá bara Maersk fleyg til Føroyar, áðrenn Atlantsflog varð stovnað.

So um annað felagið gevst at flúgva, antin tað er Atlantsflog ella FaroeJet, ja so fer eingin annar nakrantíð at flúgva til Føroyar aftur. Tað er sera kostnaðarmikið at byrja eitt nýtt felag, umframt tað, eru tað ikki øll flogfør sum kunnu lenda í Føroyum, orsakað av tí stuttu lendingarbreytini.

So nú endiliga verðulig frí kapping er komin í, so stuðlið tí, tí hetta hava vit sum brúkarar bara gagn av. Annars eru vit ongan vegin komin, heldur send 20 ár aftur í tíðina, har ein Danmarksferð kostaði meir enn ein ferð frá Keypmannahavn til New York. Og tað haldi eg als ikki føroyingar kunnu verða nøgdir við.