– Vit yvirgeva okkum, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum eftir nógvar áheitanir um at fáa Dynamitt at spæla á ársins festivali.
Teir í Dynamitt eru ovfarnir av stóra áhuganum, sum framhaldandi er fyri bólkinum
Ætlanin var, at Dynamitt skuldi seta sítt egna punktum, tá ið bólkurin spældi á Summar Festivalinum 2005. Men tað gjørdist bert eitt komma. Um vikuskiftið gjørdi Dynamitt comeback til Straight Parade tiltakið í Klaksvík, og nú er tað greitt, at bólkurin skal spæla á Summar Festivalinum í august eisini.
– Tað hevur næstan verið eitt krav frá fólki um, at tey vildu sleppa at uppliva Dynamitt aftur, og nú fáa vit ikki gjørt annað enn at eftirlíka kravinum. Vit yvirgeva okkum og seta Dynamitt á skránna fyri Summar Festivalin 2008, siga fyrireikararnir av Summar Festivalinum.
Niclas Heri Jákupsson, sum er ein av tónleikarunum í bólkinum, er kløkkur av stóra áhuganum, sum framhaldandi er fyri bólkinum.
– Tað var ikki ætlanin, at vit skuldu spæla aftur, men vit vóru mest sum trýstir at spæla á Straight Parade um vikuskiftið, og nú mugu vit bara geva eftir fyri einum massivum fólkakravi um at spæla aftur á Summar Festivalinum, sigur hann.
– Tónleikurin hjá Dynamitt er rættiliga einfaldur, og hann er ikki endiliga kendur fyri góðsku, men onkursvegna fanga teir løttu sangirnir fólk, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum gleðir seg til at geva enn eina rimmar framførslu á Summar Festivalinum.
Dynamitt fekk alt at kóka
Tá ið Dynamitt raseraði landið í 80’unum, var tað eingin áhoyrarafjøld, sum teir ikki fingu upp á kók. Teir vóru entertainarar uttan sínar líkar. Løgdu minni dent á at spæla alt tekniskt rætt, men fingu dansihølini at lyfta seg upp frá við teirra glaða og lívliga popptónleiki.
Dynamitt spældi kendan tónleik hjá øðrum, men teir spældu sanniliga eisini síni egnu løg – og tað eru teir eisini mest kendir fyri kring landið. Sangir sum Grøv Nummar 13, Omman, Bangin, Aja Aja Umba og aðrir sangir vóru landskendir, og teir hava langt síðani prógvað sítt virði til dansi- og konserttiltøk kring landið.
Dynamitt hevur givið fýra bond og fløgur út, og bólkurin telist millum teir best seljandi bólkarnar í landinum nakrantíð. Stóru hittini eru tráðspæld á útvarpsrásunum, og seint í nítiárunum løgdu teir aftur alt landið niður við tí frálíka sanginum Pápi tín býr ei í Tórshavn.
Dynamitt er Dynamitt. Eingin kann samanlíknast við teir, og teir kunnu ikki samanlíknast við nakran. Eitt heilt serligt orkestur í føroysku tónleikasøguni, sum hevur fingið fólk at dansa, hoppa, smílast, flenna og flippa út.
Og í august kunnu teir aftur upplivast til landsins størsta tónleikatiltak.




