Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dyrgja eftir eini avtalu við ES og Norra í Edenburgh

John William Joensen

Hóast strandalanda samráðingarnar endaðu uttan semju mikudagin og føroyska samráðingarnevndin er hafturkomin, so hevur føroyski samráðingarleiðarin verið eftir í Edenburgh har hann hevur fylgt samráðingunum millum ES og Norra, váttar Jacob Vestergaard í kvøld.

– Føroyski samráðingarleiðarin hevur roynt at komið á tal við ES  um eina sína millum avtalu, sum vit høvdu áðrenn ósemja tók seg upp um makrelin. Men enn samráðast ES og Norra so vit hava ikki enn havt høvi at tosa við ES. Føroyar og ES eru ikki longur ósamd í makrelspurninginum og tí gera vit eina roynd at fáa eina avtalu soleiðis at skip aftur kunnu fiska hvør hjá øðrum. Vit vilja hoyra hvat ES og Norra siga til at endurnýggja samstarvið millum londini áðrenn vit áseta okkum kvotu, sigur Jacob Vestergaard.