Ídag skrivaðu Hanus Hansen, J.F.K samtakið, og Suni Schwartz Jacobsen fyri Føroyabanka undir sáttmála, har Hanus Hansen saman við øðrum yvirtekur Kósavirkið.
Vit eru sera spentir, og vit halda, at vit við samarbeiðispartnarum okkara hava fingið eitt sera áhugavert og sterkt toymi at reka Kósina.
Tað, sum liggur í kortunum er, at vit yvirtakað felagið, sum ídag eigur Kósina. Harafturat hava vit tryggja okkum fisk frá í hvussu so er tveimum trolpørum og helst fleiri eisini.
Uppá fyrispurning okkara, um hvat Kósin fer at framleiða úr, sigur Hanus Hansen, at tað verður toskur, hýsa og upsi, sum virkið fyrst og fremst fer at leggja seg eftir.
Við til undirskriftarløtuna ídag á skrivstovuni hjá JFK um eittíðina ídag, vóru eisini Hergerð Joensen og Andrias Reyðberg, fyri Føroyagrunnin.
Hanus Hansen, stjóri kundi ikki enn almannakunngera samarbeiðispartnararnar, men sum Norðlýsið skilir, so er sannlíkt at har ímillum aðrar finnast Christian í Grótinum, Christoffersen í Vestmanna, Norðoyagrunnurin og aðrir, men sum Hanus segði, so er hetta ikki endaliga radifiserað hóast tilsagnir eru komnar.
"Vit vildu gjarna sloppið ígongd ídag, men tað ber ikki til, tí fyrst skal ein aðalfundur haldast á Kósini, so tað verður helst ikki fyrr enn um einar 10 dagar at vit sleppa inn á virkið. Men so fara vit ígongd so skjótt tað ber til, og gongst eftir ætlan, so kunnu vit vænta at virkið koyrir um einar 14 dagar til 3 vikur.
Sí livandi myndir frá undirskrivingini við at trýsta á hesa slógina




