Regn og vindur í morgun, men vindurin fer at minka, og tað fer at slíta í áðrenn middag – tó kann okkurt ælið væntast onkra løtu.
Tað er eitt lágtrýst sunnan fyri Ísland, sum stendur fyri veðrinum í dag.
Meðan dystur er við Djúpumýru í dag klokkan 14 til 16 (umleið) eru 5 til 10 m/s av suðuri ella vesturhallari suðurætt – t.e. oman á vøllin av Háfjalli. Yvirhøvur turt, men okkurt ælið kann væntast. Hitin fer at liggja um 9 stig.



