Gott fótbóltsveður seinnapartin og í kvøld, tá ið landsdystir eru á Djúpumýru og á Tórsvølli, ávikavist.
Eitt veikt luftrák av eystri ella beint oman fyri eystan.
Luftin stavar úr einum hátrýsti, sum er einar 200 fjórðingar norðan fyri Føroyar.
Vit kunnu byrja við veðrinum, sum hevur verið í dag. Síðan tíðliga í morgun hava vit havt einar 5 m/s av eystri, klárt og gott veður. Sólskin ella sólglottar kring alt landið. Hitalagið hevur ligið um 9-10 stig.
Hetta veðrið heldur fram seinnapartin. Meðan dystur er í Klaksvík á Djúpumýru millum Føroyar (U21) og Serbia (U21) fer hetta veðrið at vera.
Í kvøld, meðan Føroyar og Luksemborg spæla á Tórsvølli í Havn, fer ættin eina striku upp um eystan, til høgan eystan ella landnyrðing eystan. Sama vindferð sum nú, um 5 m/s. Loftið fer at verða eitt sindur meira skýggjað seint seinnapartin ella í kvøld.
Í báðum førum góð fótbóltslíkindi.



