Luftin, sum rekur til Føroya í dag, kemur úr miðjum Atlantshavi. Hon er farin ein umveg yvir bretsku oyggjarnar, áðrenn hon kemur til okkara.
Vanliga er slík luft hesa árstíðina lýggj og slavin – t.e., at nógv væta er í henni. Soleiðis er eisini hesaferð. Fjøllini kring landið eru mestsum øll fjald í slavtoku.
Avfall hevur verið kring alt landið í nátt, men tað sleit í fyrr í morgun.
Tá ið dystur er seinnapartin í dag á Djúpumýru ímillum KÍ og 07 Vestur, er eitt lot av suðri, 5 til 10 m/s. Hetta er diagonalt úr hornaflagginum undir KÍ-høllini og niðan ímóti horninum við gamla skýlið. Vindurin fer neyvan at ávirka dystin nakað serligt.
Einki brúgvalag er í væntu seinnapartin í morgin, tað tað verður yvirhøvur turt. Skýggjað loft og møguliga okkurt ælið.
Hitin fer at liggja um 8-9 stig.



