Heilt hampuligt fótbóltsveður í Havn í kvøld.
Luftrákið móti Føroyum í dag er eystaneftir. Luftin kemur til okkara allan vegin úr Miðrusslandi. Hon er turr, meðan hon ferðast vestureftir, men tekur eitt sindur av vætu í seg yvir havinum millum Noreg og Føroyar.
Ta vætuna síggja vit sum skýggj í støðum nakað oman fyri tey høgu fjøllini og so nøkur afturat eitt sindur longur uppi eisini.
Meðan dystur er á Tórsvølli í kvøld, eru 8 til 13 m/s av eystri – t.e. inn á bakið á stóra skýlinum. Skýloftið er eitt sindur skiftandi og yvirhøvur turt.
Hitin fer at liggja um 8 stig.



