icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið

Hanus Kjølbro

Tað blivið eitt sindur lýggjari. Hitalagið er farið nøkur stig upp síðan miðskeiðis í vikuni.

Luftin, sum rekur til Føroya í dag, kemur av meginlandinum í Evropa. Ávegis til okkara tekur hon nógv vætu upp úr havinum. Tað er henda vætan sum er komin niður seinasta samdøgrið.

Tað sæst ein lítil minking í avfallinum. So vónandi er lítið ella einki eftir við dystarbyrjan.

So, tá ið dystur er í dag á Djúpumýru ímillum KÍ og ÍF – ímillum klokkan 15 og 17 – fer vindferðin at liggja um 5 m/s. Ættin er eystan – t.e. oman av Kjøli og eftir vøllinum. Liðini fáa ein hálvleik í part við undan- og mótvindi. Men vindferðin er so lítil, at tað ikki fer at ávirka dystin stórvegis.

Yvirhøvur turt seinnapartin, tó kann okkurt ælið koma sníkjandi.

Hitin fer at liggja ímillum 8 og 9 stig.

Góðan dyst og koyr á KÍ!!