Leygardagin 29. november
KÍF – Mjølnir
meistaradeild kvinnur
Hoyvíkshøllin kl. 14,00
Fram – Mjølnir
meistaradeild menn
Hoyvíkshøllin kl. 16,00
ÍF – SÍ
meistaradeild menn
Kambsdalur kl. 13,00
(fluttur frá sunnudegnum)
Sunnudagin 30. november
Fleyr – TB
meistaradeild kvinnur
Gundadalshøllin kl. 14,00
ÍF – Dráttur
meistaradeild kvinnur
Kambsdalur kl. 14,00
KÍF Mjølnir, MK, leygardagin
Eftir eina góða byrjan upp á kappingarárið, hava teir seinastu dystirnir hjá KÍF verið ein long mótbrekka, og liðið hevur havt trupulleikar við at klára seg ímóti hinum liðunum, og hevur tap allar teir seinastu dystirnar. Skal gongdin vendast, er neyðugt at liðið fær ein sigur leygardagin, men mótstøðan er ikki hvør sum helst. Eitt vælkoyrandi lið úr Mjølni. Á papírinum sær hetta út sum ein sigur til Klaksvíksingarnar.
Fram Mjølnir, MM, leygardagin
Mjølnir tapti sín fyrsta dyst seinasta vikuskifti í Klaksvík ímóti ÍF, meðan Fram higartil í kapppingini enn hevur tikið ein sigur, uttan ímóti Fleyr. Skal Fram framvegis gera sær vónir at venda gongdini og hava eitt bein innanfyri heiðurmerkjini, er tíð upp á at fáa nøkur fleiri stig í skjáttuna. Liðið hevur leikt onkran tættan dyst, t.d. ímóti SÍ, men gjørdist ov stuttir í avgerandi løtuni. Mjølnir harafturímóti hevur sum nevnt havt eitt gott kappingarár, og hevur tí uttan iva styrkina til at geva Fram ein truplan dyst.
ÍF SÍ, MM, leygardagin
Seinast liðini leiktu, gjørdist úrslitið ein 3-2 sigur til ÍF, meðan t.d. SÍ vann finaluna í FK-steypakappingini 3-1. Síðani seinasta dyst hevur ÍF harumframt styrkt sær um liðið við einum útlendingi afturat, og harafturat hevur SÍ higartil ikki havt tey góðu úrslitini á Kambsdali, tí liðið hevur ikki heinta nógv stig har á leiðini. Fyri at halda fast í ÍF og Mjølni, er næstan neyðugt, at SÍ vinnur dystin leygardagin, men ÍF gevur ikki nakað ókeypis.
Fleyr TB, MK, sunnudagin
Fleyr hevur higartil bert vunnið ein dyst, og hesin var ímóti Drátti í byrjanini av kappingini, meðan TB bert hevur tapt ein, og liggur á ovastu rók í landskappingini.
ÍF Dráttur, MK, sunnudagin
Liðini hava ikki leikt ímóti hvørjum øðrum higartil í kappingini, so spennandi verður at síggja, hvat av teimum verður omaná eftir dystin sunnudagin. ÍF hevur higartil í kappingini havt trupulleikar við at finna meistaraspælið fram frá seinasta ári, meðan Dráttur harafturímóti hevur byrja betri enn seinasta ár. Men hetta verður uttan iva ein dystur, har úrslitið ikki er avgjørt fyrr enn seinasti bóltu er leiktur.




