Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Dystirnir á Djúpumýru verða leiktir í dag

Oliver Joensen

Tað hevur verið tvístøða um hvørt dystirnir á Djúpumýru í dag, kl. 13.00 bronsudystur millum B36 og 07Vestur og kl. 15.15 ímillum KÍ og Víking verða leiktir orsakað av frosti. Fyri løtu síðani segði Tummas Lervig, at KÍ og hjálparfólk hava arbeitt við vøllinum í morgun og støðan er, at vøllurin er ikki frystur og tí blíva báðir dystirnir leiktir eftir ætlan.

Kl. 13.00 B36 og 07 Vestur.

Kl. 15.15 KÍ og Víkingur.