100 áringarnir báðir, KÍ og HB bresta saman á Djúpumýru kl. 17 ídag. Talan er um upp og niðurflyting úr 2. og 3. deild.
Tað hevur ikki gingið so væl hjá 2. deild í ár. Hóast liðið til tíðir hevur verið rættuliga sterkt, so hevur til aðrar tíðir gingið sera illa og í dag skal so fyrsti dysturin spælast um rættindi til varðveitslu av plássinum í aðru deild. HB hevur vunnið sær pláss at spæla um uppflyting úr triðju deild og hetta er fyrsti dysturin teirra millum í hesum serstaka upp- og niðurflytingarumfarinum.




