Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dysturin av – NSÍ vann á KÍ við einum máli

Oliver Joensen

Tað positiva er kanska, at hinir dystirnir hava lagað seg soleiðis, at KÍ er nú bjargað í Formuladeildini.

Tað er ikki nógv meira at siga um hendan dystin. KÍ royndi at trýsta í seinna hálvleiki, men málmøguleikarnir vóru fáir.
Annars er at siga, at EB/Streymur gjørdist føroyameistarar við at vinna ein tryggan 3-1 sigur á Skála.
Herfrá skal sigast, at tað er teimum á Eiði og Norðurstreymi væl unnt.
 Hjartaliga tillukku við Føroyameistaraheitinum.

20 min. inni í seinna hálvleiki
Framvegis 1-0 til NSÍ

Hóast KÍ er komið meira inn í dystin og hevur trýst NSÍ í seinastuni, so eru teir ikki komnir til avgjørdar málmøguleikar.
Einir 20 minuttir eru leiktir av seinna hálvleiki á Djúpumýrum og framvegis er støðan 1-0 til NSÍ. Málið var eitt sjálvmál, sum Ári Samson var so óheppin at seta í egið net eftir stórt trýst frá NSÌ.
Annars kunnu vit siga, at EBStreymur er á odda 3-1 ímóti Skála á Skála, so roknast kann við at EB/Streymur nú hevur tryggja sær meistaraheitið í ár. B71 og Víkingur, har er støðan framvegis javnleikur 0-0, hóast B71 trýstir ógvusliga.
Í Havn er støðan 2-0 til HB ímóti B36. B36 leikar við 10 monnum eftir reytt kort.

Hálvleiksstøðan 1-0 til NSÍ
Á djúpumýru hevur KÍ ikki megna at javna í fyrra hálvleiki. Spælið hevur verið ógvuliga javnt.
Tað var sum sagt eitt sjálvmál, sum gjørdi at NSÍ kom á odda. Í byrjanini av dystinum var tað NSÍ sum trýsti meira, men síðani hevur gingið rættuliga javnt á, men hóast tað, so hava sera fáir málmøguleikar verið.
Veðrið roynist nú væl. Tað er kalt og eitt lot høgt, men tað nervar ikki spælinum sum er.

10 min. leiktir
1-0 til NSÍ

Nú bert fáir minuttir eru leiktir, hevur NSÍ lagt seg á odda 1-0.
Ættin er vestan, so ímillum ælini er púra stillt í Klaksvík.  Áhugin fyri dystinum sýnist lítil, bert einir 50-100 áskoðarar. Málið sum kom var eitt sjálvmál.

Harleyfacadeacryl