Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dysturin ímillum KÍ kvinnurnar og Codru Moldova endaði við einum 4-1 sigri til Moldova

Oliver Joensen

.Hóast málmunurin var í og so stórur, gjørdu okkara kvinnur sær als ikki fyri skommum ídag. Rannvá Andreassen fekk tvey reyð kort og verður sostatt ikki við ímóti Makedonia leygardagin.

Okkara heimildarmaður í Makedonia sigur, at sum dysturin leið, so vístu kvinnurnar úr Klaksvík at eisini tær duga at spæla fótbólt, og komu sær fram til fleiri málmøguleikar, men seinasti neyvleikin manglaði í tí nógva hitanum.
Tað bøtir ikki um støðuna í klaksvíkshópinum í Makedonia at Rannvá Andreassen fekk tvey gul kort í dystinum og tí varð útvíst. Hetta hevur við sær, at hon verður ikki við til seinasta dystin, sum verður ímóti Makedonia ZFK Shkiponjat.
Annars lata tær heilsa heima og siga, at stemningurin hóast alt er góður í hópinum. Vit fara her á síðuni eisini at fylgja dystinum leygardagin og vóna at veitarin hjá www.nordlysid.fo í Havn, vinnur á stóru trupulleikunum vit hava havt við heimasíðuni nú í ein mánaða. Tað harmar okkum, men tað er einki vit fáa gjørt uttan at bíða eftir at trupulleikin verður loystur.

Hálvur tími farin av seinna hálvleiki
Og støðan er hin sama, Moldova er á odda 4-1 ímóti KÍ kvinnunum. KÍ kvinnurnar bíta tó frá sær framvegis og hava júst havt tvey álop.
Higartil hava vit havt fleiri álop, sum kundu havt givið mál og tveir slíkar møguleikar hava vit júst havt uttan at vit tó hava megnað at útnytta tá boð hevur verið eftir okkum, sagt verður framhaldandi úr Moldova at nógvi hitin ger, at orkan hjá spælarunum gongur undan.

Framvegis 4-1 til Moldova
Nú fleiri enn 15 minuttir eru farnir av seinna hálvleiki í Ohrig í Makedonia, har KÍ kvinnurnar spæla ímóti Codru úr Moldova er støðan framvegis 4-1 til Moldova.
Vit frætta framhaldandi at hitin, sum nú er 40 hitastig darvar okkara spælarum sera nógv og tað sæst tíðuliga at okkara kvinnur orka ikki at spæla í nógva hitanum.

4-1 til Moldova
Tá bert umleið 5 minuttir vóru leiktir, økti Moldova um leiðsluna til 4-1.
Tað gongur ikki eftir ætlan hjá okkara kvinnum í Moldova, nú bert 5 minuttir eru leiktir av seinna hálvleiki hevur Moldova lagt seg á odda við einum máli afturat soleiðis at støðan nú er 4-1 til Moldova, so heldur hendan gongdin fram so sær ikki væl út fyri KÍ kvinnunum í Europa Cup Kappingini í ár.
Einsamalla málið, vit higartil hava fingið, settið Malena Josephsen í netið við einum stútara uppum málmannin.

Hálvleikur í Makedonia 3-1 til Moldova
So var hálvleikur og KÍ kvinnurnar kunnu køla seg niður eina løtu í ógvusliga hitanum í Makedonia.
Uppstillingin hjá KÍ kvinnunum er at kalla tann sama sum ímóti Sveis, men ein broyting er tó, við tað at Paula sjóstein byrjaði inni í staðin fyri Annu Joensen. Seinast vit leiktu ímóti Codru var fyri tveimum árum síðani tá vit taptu 5-3.

40 minuttir leiktir
Hóast málmunurin er 3-1, so verður sagt úr Makedonia at okkara kvinnur eru ikki langt frá støðinum hjá FC Codru Aneii Noi úr Moldova, men hitin, sum júst nú liggur um 35-40 hitastig darvar okkara fólki nógv.
Codru kom framum við tveimum málum miðskeiðis í hálvleikinum, men ´KÍ menti seg aftur og kom uppá 2-1, men Moldova skoraði tá umleið 40 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki til støðuna 3-1.