Soleiðis sum støðan var við Djúpumýru leygardagin á middegi, eru ikki góð útlit fyri, at dysturin í Formuladeildini millum KÍ og HB verður spældur sunnudagin.
Kavin hevur enn einaferð lagt seg yvir bø og ong her norðanfjørðs, og hóast hann als ikki liggur tjúkkur enn, so eru útlitini fyri Formula-fótbólti við Djúpumýru sunnudagin ikki góð, tí veðurforsagnirnar lova ikki lýkku í skrivandi løtu.
Tað hevur mangan víst seg, at kavin oftast liggur longri á graslíkisvøllinum enn aðrastaðni, so um menn ikki taka eitt tørn at beina kavan av vøllinum, og kuldin heldur fram, so verður kavin neyvan burtur við tað fyrsta.
Annars frættist úr Suðuroy leygardagin, har dreingjaliðið hjá KÍ ætlandi skal spæla, at har framvegis ikki var blivið heilt hvítt av kava, men sum so mangan fyrr, er munur á sunnara og norðara enda av landinum, tí við Djúpumýru var avkavað longu leygarmorgunin.
Sostatt eru útlitini ikki tey bestu fyri, at KÍ og HB kunnu spæla við Djúpumýru sunnudagin, um ikki ein broyting kemur í veðrinum.




