Samstundis sum løgtingið viðgjørdi vakstrarætlanina fyri eina av stóru oyggjunum,Suðuroynna, og somuleiðis royndi at finna ein leist at menna onnur øki í landinum, var sending í Kringvarpinum í tveimum umførum um týdningin av at fáa føroyingar í Danmark at flyta heimaftur til Havnar.
Fólkatingsumboð tjóðveldisins og stjórin í Vinnuhúsinum luttóku í fyrsta umfari og vóru púra samd í sentraliseringspolitikkinum: Vælútbúgvin fólk, kanska serliga kvinnur, skulu so ella so heimaftur at granska á "granskingarpark" og undirvísa á nýggja altjóða universitetinum, sum nú skal og má byggjast í Havn, har vit í skundi eisini mugu byggja miðnámsskúlar fyri hálva milliard.
Samstundis skulu vit sjálvandi sleppa viðtiknum ætlanum um víðari útbygging av landinum. "Gloymið alt um samferðsluútbyggingar, tunlar og sambindingar av oyggjum, annars verða føroyingar býttir um nøkur ár", var visionere niðurstøðan. Serfrøðingarnir løgdu samstundis dent á, at føroyingar máttu gloyma kappingina millum útjaðaraøkini og miðstaðarøkið: "Tí Føroyar eru ein útjaðari í mun til umheimin, so dysturin stendur millum Føroyar og Danmark."
Júst fráflytingin av fólki úr Suðuroynni og øðrum útjaðaraøkjum, fyrst til Danmarkar at útbúgva seg, har ein partur síðani fekk góð størv og búsettust, meðan restin leitaði heimaftur til høvuðsstaðin og miðstaðarøkið, sum einasta møguleika í landinum at finna sær hóskiligt starv. Hetta er orsøkin til avfólkanina og oyðingina av stórum pørtum av føroyska samfelagnum. Hetta hevur verið miðvísi politikkurin, ið serliga Javnaðarflokkurin, sum mest dominerandi flokkurin her á landið í dag má bera moralsku meginábyrgdina av. Dysturin stendur framvegis millum útjaðaraøkini og sentralismuna.
Um tosast skal um "brain drain" so er hetta galdandi fyri útjaðaraøkini, ikki minst Suðuroynna, so sum nýggi løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins m.a. vísti á undir viðgerðini í Tinginum. Hann var fyri útbúgvingarstovnum, men teir skulu byggjast kring landið, so óneyðugt er hjá fólki at missa røturnar burtur, og síðani skal samfelagið skapa karmar fyri førleikakrevjandi størvum kring landið. Hetta eru nýggir tónar í politikki. Hann vísti á, hvussu frammaliga Suðuroy hevði verið fyrst í farnu øld, og nýtti oynna sum ræðumynd fyri miseydnaða politikkin, vit ikki eiga at endurtaka nú. Í hesi hátøknitíð er púra óneyðugt at flyta til Havnar fyri at útbúgva seg. Fyrimyndir hansara vóru m.a. Norðlandið í Íslandi.
Norðlýsið var sum kunnugt ímóti, at landið varð gjørt til eitt valdømi. Tekin vóru nevniliga til, at stigtakararnar til hesa dáragerð fyri tað fyrsta vildu bjarga sær sjálvum afturval, tað eydnaðist, og at teir harnæst fóru at halda fast um sína duldu dagskrá, nú trýstið frá landsins vanrøktu útjaðaraøkjum á politisku flokkarnar var alsamt vaksandi. Tað er eingin loyna, at sentralistisku kreftirnar, kanska serliga vinstravendu, í mong ár hava miðsavnað alment og førleikakrevjandi virksemi og allan trivna landsins til miðstaðarøkið, meðan stór økið úti um landið hava sitið við sviðusoð í so drúgva tíð, at tey nú eru um at avfólkast og fara fyri bakka.
Nú nýggj vinstravend samgonga er skipað, kemur sama dagskráin kortini alt meira undan kavi aftur, hamurin er hin sami oyðandi: enn meira miðsavnan. Í seinna umfari hjá Kringvarpinum luttóku Landsstýriskvinnan við lógarmálum og økismenning, úr Javnaðarflokkinum, ið sum áður sagt má bera moralsku ábyrgdina fyri skeivu gongdini, og løgtingsmaður og undanmaður hennara í landsstýrinum. Nú verður tosað um, at neyðugt er at nýta drúgva tíð at kanna, hvat galið er í Suðuroy og aðrastaðni við. "Og tað fer at taka tíð, tí allir føroyingar mugu taka undir við tankanum um eina møguliga vakstrarætlan". Hetta eru ræðandi og ófrættakendir tankar, sum nú spøkja aftur.
Útjaðaraøkini hava harðliga hjálp fyri neyðini, og skjót hjálp er sum kunnugt dupult hjálp. Javnaðarflokkurin átti at havt lært av mistøkum sínum, men hóast føgur orð, tykist visión stórliga at vanta hjá gamla vælferðarflokkinum, ið fyrst tosaði um javnað – og síðani um vælferð fyri øll, men sum kortini bert røkk til ein part. Tann vælferðarflokkurin er saman við sentralismuni eftir øllum at døma um at verða yvirhálaður av ungum, virkisfúsum politikarum við nýhugsanum, sum finnast í øðrum flokkum. Livst so spyrst.




