Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

E Kafé í Gamla Sjómansskúlanum

Jóhann Lützen

Hósdagin 27. oktober bjóðar Norðoya Tjóðveldisfelag til kafe í Gamla Sjómansskúlanum í Klaksvík. Kafein letur upp kl. 18.

Beinta Løwe og Jóhan Christiansen, valevnini úr økinum, fara at siga nøkur orð.

Á kafeini verður eisini møguleiki at tosa við onnur valevni. Tú kanst hoyra, hvat tey ætla at gera, um tey vera vald. Hví tað er umráðandi, at okkara umboð á danska Fólkatinginum tosa Føroya søk. Hví tað er umráðandi at vit hava ein ábyrgdarfullan leiklut í altjóða høpi. Hvussu vit tryggja umstøðurnar hjá teimum, sum fara til Danmarkar í ymiskum ørindum, til dømis lesandi og sjúklingar. Og nógv annað.

Vit bjóða kaffi, te, køku, suppu og frukt.

Eisini verður tónleikur, spurnarkapping og annað undirhald á skrá.