Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur bíðar eftir leikarunum

Jákup Ósá

Pætur, Levi, Arnar og Rógvi hava allir tilboð liggjandi um at halda fram í felagnum. Men so skjótt sum tað verður greitt, at onkur evt. fer í annað felag, so ætlar felagið at gera skjótt av at fáa styrk ístaðin, sigur formaðurin í EB/Streymi.

Pætur nærkast Skála

Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Arnar Dam og Rógvi E. Nielsen eru leikararnir hjá EB/Streymi, ið standa uttan sáttmála fyri komandi kappingarár. Av hesum váttar formaðurin í EB/Streymi, at tað serliga er ivasamt, um Pætur heldur fram í felagnum, og at Skála tosar við hann.

– Jú tað er nakað um tað, at Skála og Pætur eru í samráðingum. Hann hevur eitt tilboð um at halda fram hjá okkum. Men hann hevur gjørt tað greitt fyri okkum, at hansara persónligu umstøður eru broyttar síðstu árini. Hann hevur eitt ynski um at vera meira heima og tættari uppat familjuni, so hann hevur líka sum fyrireika okkum uppá, at tað kann henda, at hann skiftir felag, sigur Sigvald Zazhariassen við Norðlýsið.

Levi tosar við HB

Eisini Levi Hanssen er eftirspurdur av øðrum feløgum. Sigvald sigur, at teir eru kunnaðir um, at HB eisini vil hava Levi í sín hóp. Men formaðurin heldur ikki, at tað er meira sannlíkt, at Levi velur HB heldur enn EB/Streym.

– Vit virða allar avgerðir hjá leikarunum og hesir hava lagt stóru orku í EB/Streym, ið vit eru glað og stolt av. Vit virða eisini, at teir ynskja at taka tað róligt og umhugsa støðuna nú eftir eitt strævið kappingarár, sigur Sigvald við nordlysid.fo

Arbeiða skjótt um leikarar fara

Hann sigur, at støðan hjá Arnar Dam og Rógva E. Nielsen er tann sama, har EB/Streymur bíðar eftir svari. Men Sigvald sigur, at tað verður arbeitt skjótt, um nakar leikari fer í annað felag.

– Eg ætli ikki standa meir enn ein tíma burtur frá telefonini, um vit fáa boð frá leikarum, ið fara til annað felag. Tá fara vit skjótt og at finna styrk og tað er fyrst og fremst í Føroyum, at tað verður hugt og har hava vit leikarar í kikaranum, sigur Sigvald.

Hann sigur, at hóast nærum 4 milliónir komu inn til felagið frá Champions League inntøkum í ár sum hava givið felagnum møguleika at anda lættari fíggjarliga, so verður ikki talan um fleiri stórkeyp í vetur. Pól Jóhannus Justinussen er fyrst og fremst keyptur inn til miðvøllin, men kann røkja nógv ymisk pláss. Og tað kann koma uppá tal, at styrkja liðið meir, eisini um allir verandi leikarar halda fram. Men fyrst og fremst má alt passa saman til inntøkur og grund rakstur annars, sigur formaðurin í EB/Streymi.