Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur er væl fyri

Jákup Ósá

Burtursæð frá Gert Hansen, so eru allir mans tøkir hjá EB/Streymi til Champions League dystin týskvøldið, sigur Sigvald Zachariassen, ið er formaður.

Burtursæð frá Gert Hansen, so eru allir mans tøkir hjá EB/Streymi til Champions League dystin týskvøldið, sigur Sigvald Zachariassen, ið er formaður.

FC Lusitans úr Andorra kemur á vitjan í Champions League kappingini týskvøldið. Fyrri dysturin í Andorra endaði 2-2, so útgangsstøðið hjá føroyameistarunum er gott.

Sigvald Zachariassen er formaður í EB/Streymi og hann var esiini til fyrra dystin í Andorra.

– Vit sóu ein javnan, spennandi og undirhaldandi dyst í Andorra. Teir hava nakrar tekniskt góðar og skjótar leikarar. Men tá vit so funnu útav teirra spælihátti, so fingu vit yvirtakið á dystinum. Men hetta verður ein spennandi dystur, har eg als ikki meti okkum sum stór favorittar. So eg haldi eisini, at vit m.a. mugu fáa stóra hjálp frá 12. manni, ið umboðar allar føroyingar í hesum føri, tí í Europa kappingunum mugu vit standa saman sigur Sigvald Zachariassen.

Um EB/Streymur kemur víðari, so fær felagið umleið 1,3 mió fyri at koma víðari. Hetta hevur sjálvsagt fíggjarligan týdning.

– Tað hevur sjálvsagt týdning, men um vit koma víðari, so vísa okkara royndir, at túrurin til Georgia kostar hálva millión. Men um vit koma víðari, so skal man als ikki rokna við, at hetta kemur at síggjast aftur í spæla keypum ella lønarhækkingum. Vit vilja heldur førka okkum frá tí tíðini, har man satsar og leggur hópin útfrá at vinan FM ella koma í Europa. Fleiri og fleiri lið fara frá hesum. Heldur vilja vit hava eitt sindur í kistubotninum til mánaðirnar við m.a. ongum áskoðara inntøkum, sigur Sigvald Zachariassen við Norðlýsið.

EB/Streymur hevur vant tvær ferðir á Tórsvølli undan dystinum. Seinnapartin týsdagin taka so leikararnir frí frá arbeiði fyri at fyrireika seg til dystin.

Myndirnar eru frá EB/Streymi.