Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur – KÍ 2-0 (1-0): KÍ er úti og EB/Streymur víðari í steypakappingini

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sum væntað, vann EB/Streymur kvartfinaluna móti KÍ mikukvøldið, men tað var als ikki so lættliga sum sigurin sunnudagin, tí KÍ hevði yvirvág allan seinna hálvleik.

Fyrri hálvleikur var júst byrjaður, tá ið EB/Streymur legði seg framum 1-0 við máli, sum Leif Niclasen gjørdi.

Allan fyrra hálvleik hevði EB/Streymur bóltin meginpartin av tíðini, og tað var sera sjáldan, at KÍ yvirhøvur kom stórvegis fram um  miðjuna við bóltinum, tí beinanvegin vóru EB/Streymaleikarar eftir teimum og fóru avstað við bóltinum.

KÍ vísti einki í
fyrra hálvleiki

Fyri vitjandi áskoðararnar úr Klaksvík var fyrri hálvleikur eitt sera stórt vónbrot, tí KÍ vísti snøgt sagt millum sera lítið og einki av framrættaðum spæli.

Leikararnir tóktust mest sum ikki at tora at bjóða av ímóti mótstøðuleikarunum, sum sunnudagin frammanundan høvdu vunnið 4-0 á teimum í landskappingini.

Tað er ógvuliga sigandi fyri KÍ-avrikið, at fyrstu ferð, teir fóru í eina veruliga álopsroynd í fyrra hálvleiki, var í 27. minutti, tá ið miðverjuleikarin, Ovi Nysted, helt, at nú mátti okkurt henda og rak fram um miðjuna fram við onkrum mótstøðuleikarum, men royndin miseydnaðist.

Sera lág
leikferð

Hendan fyrsta hálva tíman lá KÍ sera langt afturi, og onkursvegna ávirkaði hetta eisini EB/Streym, sum tóktist spæla hálvavegna í tómgongd. Leikferðin var tí sera lág í fyrra hálvleiki yvirhøvur.

Hetta fekk ein av áskoðarunum at taka til í skemti, at hann heldur mátti seta seg niður, tí tað var vandamikið at sovna, meðan mann stóð uppi.

Á hálva tímanum komu fyrstu ábendingarnar um, at onkur broyting fór at henda. KÌ byrjaði tá fyri fyrstu ferð at taka stig til eitt sindur framrættaðum spæli, og tað tóktist beinanvegin at ørkymla EB/Streym eitt sindur.

Fyrsta KÍ-skotið
á mál í yvirtíðini

Annars var KÍ í fyrra hálvleiki samanumtikið sera ráðaleyst í sínum spæli, har leikararnir tóktust at vera sera varnir og alt ov ræddir at bjóða av.

EB/Streymur var suverent tað betra liðið hendan hálvleikin við flótandi samanspæli, og tað er eitt sindur ringt at skilja, at liðið ikki legði størri trýst á hesar løturnar í fyrra hálvleiki fyri at avgera dystin.

KÌ-leikararnir, sum vístu besta hugburðin og spælið í fyrra hálvleiki, vóru Kristian á Lakjuni og Milic Curcic.

Í síðsta minutti av fyrra hálvleiki hevði KÍ sítt fyrsta skot á EB/Streyma-málið, tá ið Rodrigo sendi eitt langskot ímóti málinum, sum málmaðurin lættliga loftaði!

Hamskift lið
í 2. hálvleiki

Seinni hálvleikur var frá byrjan heilt øðrvísi enn fyrri, tí nú var tað KÍ, sum støðugt hevði initiativið, og longu í 50. minutti hevði Rodrigo fyrsta skotið á mál, sum eisini rakti á málmannin.

Nú vóru KÍ-leikararnir meira framligir og djarvir, men EB/Streymur svaraði eisini onkuntíð aftur, eitt nú við einum innleggi frá Sorin Anghel, sum Jákup tveitti seg út og bjargaði.

Í 54. minutti hevði Rodrigo sína triðju skotroynd, sum fór við síðuna av málinum.

KÍ var tó alla tíðina eitt sindur sárbært í verjupartinum, serliga tá ið teir vóru á veg fram. Til dømis í 56. minutti, tá ið Hans Pauli Samuelsen fangaði KÍ í uppspælinum og hevði eina atsókn móti málinum, og aftur í 68. minutti. Í báðum førum fekk EB/Streymur hornaspark burturúr.

Men KÍ initiativið helt fram, og tað fekk sínar avleiðingar í 61. minutti, tá ið EB/Streyma-leikarin Bárður Olsen í frustratión sparkaði eftir Leon Bjartalíð og fekk reyða kortið.

Løtu seinni, í 68. minutti, fekk Sorin Anghel gula kortið fyri eina eftirtakling.

Umskipingar
settu futt í KÍ

KÍ-liðið var frá byrjan mannað við Jákupi í málinum. Í miðverjuni: Ovi og Milic. Vinstri bakkur: Símum og høgri bakkur: John Hammer.
Miðvøllurin var frá vinstru: Bjarni, Kristian á Lakjuni, Kristoffur og Leon.
Rodrigo var hangandi áleypari og Heðin í álopinum.

Í 70. minutti gera KÍ-venjararnir varð Jósup Henriksen settur inn í álopið mitt fyri, samstundis sum Leon varð skiftur út. Heðin varð tá fluttur út á vinstra vong, og Bjarni flutti úr vinstra yvir á høgra vong.

Týðiligt var, at allir hesir tríggir leikararnir funnu seg væl á hesum plássum, tí eftir hetta kom rættiligt lív í KÍ-álopið, sum beinanvegin gav úrslit við einum góðum skotið frá Kristiani á Lakjuni, sum málmaðurin mátti tveita seg eftir fyri at bjarga.

Eftirfylgjandi komu onnur KÍ-álop, har fyrst Rodrigo og síðan Heðin skutu upp um málið.

Ovi fram
í álopið

Tá ið 10 minuttir restaðu, satsaðu KÍ-venjararnir tað seinasta og fluttu Ova, sum beint áðrenn hevði fingið gula korið fyri eina heldur harða takling, úr miðverjuni fram í álopið, samstundis sum Símun, sum hevði spælt væl á vinstra bakki, flutti inn í miðverjuna.

Hendan royndin gav KÍ-álopinum sjálvandi meira tyngd, har uppleggið var at gera høg skot inn fyri mál til Ova at skalla í mál, men samstundis gjørdist KÍ-verjan sjálvandi tynri og veikari av hesum við bert trimum verjuleikarum eftir.

Men talan var jú um ein steypadyst, har málmunurin als ongan týdning hevur, og tí var royndin væl skiljandi.

Serliga í seinnu helvt av seinna hálvleiki hekk KÍ-samanspælið betur saman enn áðrenn, har eitt nú Kristoffur – eftir ein heldur taman fyrra hálvleik – byrjaði at gera góðar sendingar út í borðini, har Heðin og Bjarni vóru klárir í hvør sínari síðu.

Satsingin
kostaði

Satsingin hjá KÍ kundi havt givið úrslit, men hon kundi eisini fara at kosta, og tað var hetta seinna, sum gjørdist úrslitið.

Tá ið 5 minuttir vóru eftir, missur tann tunna KÍ-verjan bóltin, meðan hon er á veg fram, og restin av liðnum er frammi á vøllinum, og so var gott pláss hjá kvika Hans Paula Samuelsen saman við øðrum at spæla seg til ein møguleika, sum Hans Pauli setti í mál, hóast tað var nær við, at Jákup fekk blokerað.

So var 2-0 til EB/Streym og dysturin avgjørdur.
KÍ helt tó á at trýsta, og vann t.d. 2 hornaspørk upp í slag, harav Ovi fekk høvdið á tað eina, men skallarin rakti á málmannin.

Síðan vann tann væl leikandi Kristian á Lakjuni eitt fríspark beint uttan fyri brotsteigin. Hetta gav heldur ikki mál, men enn eitt hornaspark, sum endaði við einum risa málmøguleika til KÍ.

Men inn vildi bólturin ikki, og so var úrslitið, at EB/Streymur vann dystin 2-0 og harvið eitt pláss í hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, meðan KÍ er úti av kappingini fyri í ár.

Ikki nóg mikið við
1 góðum hálvleiki

Ein fyrrverandi KÍ-venjari verður siteraður fyri at hava sagt, at um ein skal vinna ein dyst, so er tað ikki nóg mikið at spæla ein góðan hálvleik. Hesin pástandur væl fyri avrikið og úrslitið hjá KÍ í hesum dystinum.

Samanumtikið kann sigast, at liðini bæði áttu hvør sín hálvleik, men tó átti EB/Streymur tann størra partin av spæli og møguleikum samanlagt, tí meðan KÍ vísti einki í fyrra hálvleiki, so var EB/Streymur tó alla tíðina eitt sindur við, hóast teir langar løtur í seinna blivu trýstir aftur.

EB/Streymaleikararnir dugdu at bakka hvønn annan upp, tá ið teir fóru í álop, og tí megnaðu teir betur enn KÍ at leggja álopstrýst á.

Hinvegin tóktist hetta at mangla hjá KÍ, tá ið teir í seinna hálvleiki høvdu møguleikan, og tí blivu áleyparar til tíðir ov einsamallir, meðan miðjan ikki fylgdi við upp, so trýstið kundi verða varðveitt.

Sostatt var tað samanumtikið í lagið, at EB/Streymur vann hendan dystin, men hesaferð var munurin als ikki stórur.