Harleywoodpaint
Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur og KÍ spældu javnleik

Jákup Ósá

Í dag var venjingardystur við Margáir.

Í dag var venjingardystur við Margáir.

Kl. 11.00 byrjaði venjingardystur millum EB/Streym og KÍ. EB/Streymur flutti í fjør niður í 1.deild og tað var 1.deild hjá KÍ, sum í fjør endaði á 5. plássi, sum vitjaði. Bæði liðini manglaðu fleiri leikarar av teimum, ið kunnu hugsast at spæla í ár.

EB/Streymur sat á tí mesta í fyrra hálvleiki og kom eisini á odda 1-0 við langskoti frá Rógva E. Nielsen. Í hálvleikinum skiftu bæði liðini alt liðið út. Tá bleiv tað ein meira javnur dystur, har KÍ kanska hevði meira spæl, meðan EB/Streymur hevði størstu møguleikarnar. KÍ javnaði við langskoti frá Eivin Sørensen eftir kontraálop. KÍ fekk eisini møguleikan at koma á odda, tá Aksel B. Danielsen bleiv feldur og fekk brotsspark, sum hann sjálvur tók. Men brotssparkinum bjargaði málverjin. Sostatt endaði dysturin 1-1.

EB/Streymur spældi í fyrra hálvleiki við hesum liðnum: Jákup Andrias Hansen – Petur Zachariassen, Andras Olsen, Andru Poulsen, Rógvi E. Nielsen – Rói Olsen, Sjúrður Jacobsen, Brian Olsen – Allan Midjord, Teitur K. Johansen, Ragnar B. Danielsen.

Í seinna hálvleiki spældi EB/Streymur við hesum liðnum: Símun Jóhan Wolles – Poul G. Olsen, Andras Olsen, Árni G. Olsen, Allan Hansen – Ólavur Ejdesgaard, Arnar Dam, Tóki Johannesen – Hans Ejdesgaard, Ári Kruse, Jan á Høgaryggi

KÍ spældi í fyrra hálvleiki við hesum liðnum: Kristin N. Vilhelmsen – Tummas Eli Jacobsen, David Langaard, Ólavur Niclassen – Jákup Pauli Ziskason, Pauli Sivertsen, Eli Andreasen, Sølvi Fossdalsá, Mikkjal á Bergi – Beinir Poulsen, Lindi Gardar

KÍ spældi í seinna hálvleiki við hesum liðnum: Hannis Matras – Janus Jógvansson, Asbjørn Tungá, Dia Høgnesen, Ari Olsen – Elmar í Gong, Steinbjørn Olsen, Aksel B. Danielsen – Eivin Sørensen, Petur Andreasen, Jóannes K. Danielsen