Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

EB/Streymur spælir sínar heimadystir á Eiði næsta ár

Jákup Ósá

Komandi ár skal besta mansliðið hjá EB/Streymur spæla sínar heimadystir á Eiði.

Komandi ár skal besta mansliðið hjá EB/Streymur spæla sínar heimadystir á Eiði.

Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis Kommunu, staðfesti fyri Norðlýsinum í morgun, at avtala er gjørd við EB/Streym um, at nú alt kring vøllin í Hólmanum á Eiði skjótt er liðugt, so fer besta mansliðið hjá EB/Streymi næsta ár at spæla sínar heimadystir á nýggja vøllinum á Eiði. Ein vøllur, sum liggur mitt í bygdini og sum mest sannlíkt verður vælumtóktur. Tí hann liggur mitt í bygdini í vøkrum landslagi og sum skilst er talan um veðurgott pláss. 

Avtalan er, at EB/Streymur fer annaðhvørt ár at spæla í Hólmanum á Eiði, meðan annaðhvørt ár verður spælt við Margáir í Streymnesi. Somuleiðis verður hendan skipan fyri besta kvinnuliðið, sum væntandi spælir heimadystir á Eiði eftir summarsteðgin í ár.