Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Edith Mørkøre listaframsýning í LM Handlinum á Kambsdali á Varmakeldu!

Tíðindaskriv

Frá 4.juli og ein mánað hevur Edith Mørkøre listaframsýning í LM Handlinum á Kambsdali.

Edith er fødd í Tórshavn í 1979, uppvaksin á Argjum og er búsitandi í Hoyvík. Hon hevur frá ungum árum havt áhugað fyri at skapa, tekna og mála, og hevur støðugt ment seg. Hon hevur gingið á Háskúla í Rønde, har hon hevði sergrein í list. Edith málar á egnum atelieri á Argjum.

Til framsýningina á Kambsdali hevur hon arbeitt við strukturi og formum í akryl. Stílurin er abstrakt/ekspresionistiskur. Íblastur fær hon út frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum.

Edith hevur verið við á nógvum ymiskum framsýningum kring landið. Hon hevur millum annað sýnt fram í Smiðjuni í Lítluvík, Ribarhús, Lions Runavík, Lions Tórshavn, Norðoyastevnuframsýningini, Hafnia, Kelduni, Gallarí Jinx, Snarskivuni, Eik, á torginum í SMS, Gallarí Oyggini, Gamla handlinum í Heiðinum, Leikalund og fyrr í ár hevur hon verði í DK og sýnt fram á Københavns Kulturcentri.

Edith hevur eisini eina heimasíðu: www.edithart.com
Freniseringin verður fríggjakvøldið 4. juli kl. 19.00. Í samband við at tað er Varmakelda, hava hølini hjá Pf. Leif Mohr á Kambsdali opið til kl. 22.00 hetta kvøldið. Verð vælkomin inn á gólvið til vakra list, kaffi, kakao og køkur, hetta er alt ókeypis og vit eru í stevnuhýri.

Listaverkini ið Edith sýnir fram á Kambsdali, kunna annars síggjast hesar tíðir:

Mánadag – Fríggjadag KL. 10.00 – 17.30

Leygardag KL. 10.00 – 13.00

LM Handilin Kambsdalur Tel. 471220  t-post. ss@lm.fo