Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Edmund vil samstarva við reyðu stjórnina

Jóhann Lützen

Fyrsti týsdagur í oktober verður í Danmark mettur sum verandi hátíðardagurin fyri danska fólkaræðinum. Norðlýsið hevur hitt ein av føroysku Fólkatingsmonnunum, Edmund Joensen, til eina samrøðu, nú fólkatingsárið er skotið í gongd.

Hóast Fólkatingsárið júst er byrjað, so er skrivstovan hjá Edmundi longu farin til verkað. Skrivstovufólk og ráðgevar eru sett í starv, og varð kalendarin hjá Edmundi eisini longu væl fyltur.

Vil samstarva við reyðu stjórnina

– Eg geri ongan mun á, um tað er ein sokallað reyð ella blá stjórn sum situr við valdið, sigur Edmund.

Hann rósar røðuni ið Mette Frederiksen helt í gjár, og sigur millum annað, at hann ikki minnist eina slíka fevnandi røðu eins og hana hann hoyrdi í gjár.

Sí samrøðuna niðanfyri.