Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Edward og Jesus úr Nasaret fyri fullum húsi

Dávur Winther

Hóskvøldið kl. 20 í Torravikuni var kirkjukjallarin fullsettur við áhugaðum áhoyrarum, tá ið Edward Fuglø lítilátin, men gløggur og beinrakin hugtakandi greiddi frá hugskotum sínum handan tey 10 listaverkini, hann kallar Jesus úr Nasaret, sum hanga í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni.

Hóskvøldið kl. 20 í Torravikuni var kirkjukjallarin fullsettur við áhugaðum áhoyrarum, tá ið Edward Fuglø lítilátin, men gløggur og beinrakin hugtakandi greiddi frá hugskotum sínum handan tey 10 listaverkini, hann kallar Jesus úr Nasaret, sum hanga í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni.

Jesus úr Nasaret, er listaverk við 10 træskurum, sum Edward Fuglø hevur gjørt. Verkið, sum eisini fekk heitið meistaraverk, varð avdúkað í sambandi við at Christianskirkjan helt sín 50 ára føðingardag 30. juni í fjør. Talan er um listprýði úr timbri, og hevur Edward fingið hjálp frá Sjúrða Sólstein at skera lutirnar – eini 5000 í tali – til og líma ella á annan hátt festa teir á rundar træplátur.

Sjúrður greiddi hegnisliga frá hvussu lutirnir vóru teknaðir og skornir til og eisini um tey ymisku træsløgini, ið nýtt vóru til endamálið. Tí tað er ymiskt hvat træ er egnað í mun til hvat og hvussu, tað skal nýtast í myndini.

Eisini hevði Edward í huganum at veita eina “heilsan” til lutir ella partar úr altartalvuni í Christianskirkjuni. Eisini hevði hann m.a. Mikines og eina av hannsara kendu andlitsmyndunum í huganum, tá ið hann gjørdi eitt av mongu andlitunum í listaverki sínum.

Nógv fólk– eini 80 í tali –høvdu leitað sær í kirkjukjallaran og øll søgdu frá hvør síni undran um, at listaverkið var nakað heilt serligt – Ja, sum onkur fyrr hevur tikið til, eitt satt meistaraverk. Tey hildu eisini, at tað var ein sera hepping samanrenning og heppið samstarv millum Edward, við sínum listargávum og hugflogi og Sjúrða við sínum hegni og handalagi at fáa evna hesar 5000 lutirnar til og ikki minst at fáa teir settar upp eftir neyvum tekingum – eisini 3-D tekningum frá Edwadi til eitt satt listarverk – eitt meistaraverk.

Hesum ber ikki til at greiða frá – hetta kann bert upplivast, tók onkur til. Hetta er triðja ferðin, eg havi verið til eina líknandi frásøgn, og eg ætli mær aftur, greiddi ein sera hugtikin eysturoyingur frá.

Eisini hóskaði so sera væl at hoyra Charlottu Thorseinsson lesa tað frálíka fittu halgisøguna hjá Selmu Lagerløft – Í Nasaret, um Jesus og Judas, sum fimm ára gamlar smádreingir spæla sær við einum leirklumpi og evna fuglar til.

Jesus hevur betri handalag enn Judas og eisini megnar Jesus at mála fuglarnar vakrar við sólglæmuni úr einum hyli á einum steini. Judas gerst sinntur og oyðileggur sínar fuglar, ið hann ikki fær at líkjast. Tá ið hann eisini byrjar at træðka á fuglarnar hjá Jesusi, biðjur Jesus teir flúgva og teir flúgva. Tá gerst Judas ovfarin og sker útí at gráta.

Maria, ið hevði eygleitt dreingirnar, kemur til Judas og setir seg undir hann, kínir honum og greiður honum varðisliga frá, at hann hevði roynt nakað, sum eingin livandi sál er før fyri.

Hvussu skuldi tað gingist tí av okkum, ið torir at kappast við hann, sum málar við sólskini og blæsir lívsins anda í tað deyða leirið? Spyr Maria Judas við einum brosi.

Edward Fuglø fer aftur leygardagin kl. 16 á Torradøgunum at greiða frá hugskotunum sínum handan hesar 10 rundu træskurðirnar, og eisini fer Sjúrður Sólstein at greiða frá sínum leikluti at evna trælutirnar til – eini 5000 í tali.
Sjálvandi fer Charlotta Thorsteinsson eisini at lesa halgisøguna hjá Selmu Lagerløft, Í Nasaret, sum Jákup Dahl týddi í 1921.