Harley

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Edward x 2

Dávur Winther

Enn einaferð var kirkjukjallarin fullsettur – ja, so nógv var av fólki, at neyðugt var at taka borð burtur, fyri at fáa betri rúm fyri øllum og hópin av stólum vórður settir afturat inn í kirkjukjallaran.

Enn einaferð var kirkjukjallarin fullsettur – ja, so nógv var av fólki, at neyðugt var at taka borð burtur, fyri at fáa betri rúm fyri øllum og hópin av stólum vórður settir afturat inn í kirkjukjallaran.

Maria Jørðdal Niclasen beyð vælkomin til tiltakið úr Torraskránni, Jesus úr Nasaret og gav orðið til Edward Fuglø, sum hóliga og sannførandi greiddi frá meistaraverki sínum. Hetta var ein endurtøka av framløguni, sum eisini var hóskvøldið.

Tað er so týðuligt, at Edward hevur lisið væl uppá – hann kennir tekstin væl úr skriftini, góðum listafólkum so líkt. Hann fer ikki í holtur við nakað, sum hann ikki er fullvitandi um, hvat er – Ja, hann er komptomileysur. Bert tað besta er gott nokk, og tað, sum hann ikki kennir fullt og heilt til, fæst hann ikki við.

Sum sagt so ofta fyrr – hetta kann bert upplivast! Og so leggur hann symbolikkir inn í myndirnar, men tær taka støði í tí heild, tey eru sett inn í. Til dømis er ein kontakt, sum kann setast á “On” ella “Off”, sett inn í myndina har heilagi andi kemur til jarðar at boða Mariu, at hon skal føða heimsins frelsara…

Samspælið millum Sjúrða og Edward er so skilagott, sum tað kann vera, so at listin og listarliga hugflogið, hegnisliga kann fremjast í verki av einum handverkara, ið hevur virðing fyri tí, hann færst við og hevur eitt handalag og innlit í tilfarið, hann skal ella kann nýta, ið skal til fyri at kunna fremja eitt slíkt meistaraverk í verki.

Halgisøgan, Jesus í Nasaret hóskaði so væl til høvið og lesur Charlotta Thorsteinsson so deiliga væl og bindir teg til at lurta við síni sannførandi rødd. Hesa søgu og aðrar hjá Selmu Lagerløgt festi eg meg við sum smádrongur og aðrar sum Helsareyði, eisini undrunarverdu og spennandi ferðina hjá Nils Holgarsson.

Jú, henda søgan hjá Edward Fuglø og frálíka samanrenningin millum list og handverk við Sjúrða Sólstein, kann kanska ikki sigast nóg ofta – tí í dag var aftur meira enn fullsett í Kirkjukjallaranum, eini 130 fólk.

Takk tit trý og Maria Jørðdal Niclasen fyri enn eina frálíka løtu!

Harleywoodpaint