Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftir 2. og 3. umfar í liðkappingini í talvi, 1. deild: Klaksvíkar Talvfelag varðveitti sítt 2. pláss

Oliver Joensen

Eftir tepran ósigur í Skákinum móti hvalvíkingum leygardagin, vann 1. lið hjá KTF ein líka tepran sigur á útivølli móti kollfirðingum sunnudagin, og helt harvið fast um annaðplássið í 1. deild – og nú verður oddadystur ímóti Havnar Telvingarfelag, sum vitjar norður
sunnudagin.

Eftir tepra ósigurin í Skákinum leygardagin, gekk leiðin hjá fremstu telvarunum í Klaksvíkar Talvfelag dagin eftir til Kollafjarðar.

Steintór
viðaftur.
Undan hesi liðkappingini boðaði Steintór frá, at hann gjarna vil luttaka í telvingini í tann mun, sum arbeiði hansara loyvir tí.
Til tíðir er Steintór burturstaddur, og hann var tí ikki við á liðnum hjá KTF í 1. og 2. umfari, men sunnudagin var hann við á liðnum, sum fór at vitja Kollafjarðar Talvfelag.

Ólavur vann á
Hans Kristiani.
Eftir ósigurin ímóti Talvfelagnum Streymi dagin fyri, ráddi um hjá KTF at vinna í Kollafirði – og tað eydnaðist eisini.
Ólavur Simonsen kom væl frá byrjan við 1. borð ímóti Hans Kristiani Simonsen.
Eftir 2 javnleikir við svørtum var hetta fyrsta talvið við hvítum í ár hjá Ólavi, sum frá byrjan tóktist hava eina góða dystarætlan, ið hann miðvíst koyrdi ígjøgnum.
Eftir 32 leikir gavst kollfirðingurin.
1-0 til KTF.

Tummas Martin
aftur á røttu kós.
Tummas Martin, sum dagin fyri hevði tapt, hevði ikki hug at endurtaka eitt tap á 4. borði, har hann telvaði ímóti Grettir Durhuus.
Avgerandi fyrimunin mundi Tummas Martin vinna sær, tá hann ofraði frúnna men afturfyri vann frúnna + mann frá mótstøðumanninum.
Lítla løtu seinni var talvið vunnið og støðan 2-0 til Klaksvíkina.

Mistak kostaði
Rana javnleikin.
Í talvsterka Torbjørn Thomsen við 2. borð hjá kollfirðingum hevði Rani Nolsøe ein verdugan mótstøðumann, sum eisini fyrr hevur verið føroyameistari.
Talvið stóð eisini til remis (javnleik), tá Rani gjørdi ein prinsippiellan feil, sum kostaði honum alt stigið. Av misgáum býtti hann ein góðan riddara av við ein ringan bisp, og gav hetta Torbjørn tann neyðuga fyrimunin til at vinna talvið.
2-1 til KTF.

Steintór stóð verri
men fekk javnleik.
Við hvíta fólkinum á 3. borði sat Steintór Rasmussen yvir av Eyðálvi Johannesen, sum er ein fyrrverandi unglinga føroyameistari.
Sjálvur metti Steintór eftir talvið, at hann í 90% av tíðini í hesum talvinum var í eini verjustøðu.
Undan tíðarneyðini hevði grótamaðurin eina finnu minni, sum hann tó megnaði at vinna innaftur í tíðarneyðini.
Soleiðis megnaði Steintór í sínum fyrsta talvi í ár at hála ein javnleik heim við sær aftur til Klaksvíkar.
Harvið var ein tepur 2½-1½ sigur til KTF veruleiki.

Úrslitini:
2. umfar:
KTF – TFS 1½-2½
VT – HT 0-4
TT – KT 2-2
3. umfar:
KT – KTF 1½-2½
Hans K. Simonsen – Ólavur Simonsen  0-1
Torbjørn Thomsen – Rani Nolsøe  1-0
Eyðálvur Johannesen – Steintór Rasmussen ½-½
Grettir Durhuus – Tummas M. Anthoniussen 0-1
HT – TT 1½-2½
TFS – VT 2½-1½
Støðan í 1. deild
aftan á 3 umfør:
1.  Talvfelagið Streymur (TFS) 8 stig
2.  Klaksvíkar Talvfelag (KTF) 6½ stig
3.  Havnar Telvingarfelag (HT) 6½ stig
4.  Tofta Talvfelag (TT)  6 stig
5.  Kollafjarðar Talvfelag (KT) 5½ stig
6.  Vestmanna Talvfelag (VT) 3½ stig
4. umfar nú
sunnudagin:
KTF – HT
TT – VT
KT – TFS