Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eftir næsta val kunnu Búðirnar stjórna Føroyum

Jóhann Lützen

Nú Sirið Stenberg er blivin forkvinna í Tjóðveldisflokkinum, kann tað vísa seg, at valdið í Føroyum fer at miðsavnast hjá mergjaða Búða-slagnum í Klaksvík. Nú eru ikki færri enn 3 forfólk í føroysku politisku flokkunum – helvtin av øllum flokkunum – ættað haðani

 

 

Sum flestum kunnugt er formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen, sonur Vilhelm Johannesen, sála, fyrrverandi løgtings- og landsstýrismann. Vilhelm var ofta roknaður sum næstimaður hjá Atla Dam, løgmanni, og var tvær reisur landsstýrismaður við Atla sum løgmanni. Vilhelm var tiltikin, ja, nærum ein arketypa upp á ein “Búðamann”.

Vit skulu ikki ferðast lagt eftir ættartrænum, so finna vit Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum. Beinir er sonur Líggjas V. Johannesen, sum so aftur er sonur áðurnevnda Vilhelm Johannesen.

Og í dag vidi lagnan tað so, at forkvinnan í Tjóðveldi eisini er av Búðaslagi. 

Væl hevur vátt verið í reiðrinum millum onkrar av hesum flokkunum, men tær ósemjurnar sóu út til at minka á ólavsøku, og tað er júst at bróta upp úr nýggjum, eitt nýtt forfólk skal.

So, eftir útfallinum alla sálna dag, kann ein ACE-samgonga ella ein Búða-samgonga síggja dagsins ljós eftir komandi val, har øll 3 forfólkini í landsstýrisflokkunum eru úr Búðunum.