Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftir tørvi borgarans, skal búgv byggjast

Beinir Johannesen – Valevni Fólkafloksins

Gleðiligt er, at tað í 2017 verða 30 leiguíbúðir til taks á útstykkingini á Sandinum. Eisini er gleðiligt, at vit í býnum hava fleiri grundstykkir tøk. Tó er marknaðurin fyri sethús sera lítil, og er tað ómøguligt at finna eina íbúð at búgva í. Fyri næststørstu kommunu í landinum er hetta í mínari meting sera vánaligt, og eigur okkurt at gerast við hetta. Tí um tann støðugi fólkavøksturin skal halda fram, so skal nakað henda nú.

Spurnarblað út til umsøkjarar

Áðrenn gongd verður sett á bústaðabygging, skal borgarin verða hoyrdur. Tískil er mítt uppskot, at vit senda spurnarblað út til fólk, ið longu hava søkt um grundstykki, og tey sum fara. Gamaní hava tey søkt við vón um at byggja eini sethús eina ferð, men kemst tað ikki av, at møguleikarnir ikki eru aðrir? Vita vit, um tey vilja hava eini sethús, íbúð, raðhús ella okkurt heilt annað? Eru tað íbúðir, ynskja fólk so at eiga ella leiga? Vandi kann vera fyri, at vit fara at byggja og útstykkja, sjálvt um tað als ikki er eftir tørvinum hjá borgaranum. Tískil er týdningarmikið at fyrst kanna tørvin, og síðani at nøkta hann.

Eisini eigur kommunan at bjóða út byggiklár grundstykkir. Í dag, táið tú keypir grundstykki, er tað næstan sum at keypa ein lotto seðil. Summi skulu gjalda t.d. 100.000 krónur fyri at gera eitt grundstykki byggiklárt, meðan onnur 2-300.000 kr. Endamálið skal vera, at borgarnir skulu vera eins fyri, tá fyrsti formurin verður settur á grundstykkið. Hetta verður gjørt aðrastaðni, so Klaksvíkar Kommuna skal ikki sum næststørsta kommuna í landinum vera ein eftirbatur á hesum økinum.

Vinnan ein sterkur viðspælari

Tá farið verður undir at gera bústaðir í kommununi, so skal vinnan sjálvandi vera við. Vit hava í Klaksvík fleiri góðar handverkarafyritøkur, ið eru sera væl egnaðar at gera tílíkar verkætlanir. Skulu vit eitt nú undir íbúðarbygging í Klaksvík, so skal arbeiðið bjóðast út til tær lokalu fyritøkurnar. Kommunan skal veita karmarnir, ið skulu til, t.v.s. lendi til íbúðarbygging.

Neiliga gongdin er longu byrjað. Fólk byrja so smátt at flyta úr býnum, av teirri orsøk at her er onki at búgva í. Fyri at skaðin skal bøtast, so mugu nøkur tiltøk setast í verk beinanvegin. Gleðiligt er við byggingini av leiguíbúðum á Sandinum, og tilboðinum av lendi til fjølbroytta bústaðabygging Millum Hjalla, men enn er langt á mál. Skulu vit framhaldandi hava eitt vaksandi fólkatal, so er týdningamikið, at vit í næstu býráðssetu fara í gongd við at nøkta tørvin hjá borgaranum í Klaksvíkar Kommunu. Her eru eg, og Fólkaflokkurin eitt trygt val.

Beinir Johannesen

Valevni Fólkafloksins