Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirlýsing: Hvør er B BERG

Oliver Joensen

Á Oynni Lile de Hoedic í Biscayavíkini hava tey funnið ein fløskupost frá Føroya Sjómannadegi 2012. Tey sita og bíða eftir at fáa samband við B   BERG.

Fransmaðurin Eric Allanic hevur funnið fløskupostin og hann upplýsir, at fløskuposturin er funnin á 47gr. 20’ 25’’ N og 2 gr. 52’ 40’’ W. Í stuttari viðmerking sigur Eric Allanic nakað soleiðis, hann skrivar á enskum. – Hey, vit búgva á oynni Hoedic í Britanniu í Frankaríki. Vit funnu fløskuna hjá tær 7. November 2013. Tíanverri fingu vit ikki lisið boð tíni. Er nakar møguleiki hjá mær at fáa nærri upplýsingar – undirskrivað Eric Allanic.

Vit á Norðlýsinum leita tí eftir rætta viðkomandi, ið helst hevur B sum fyrsta bókstav í navni sínum og eisini hevur BERG í navninum.

Norðlýsið hevur verið runt hjá fleiri, ið eita BERG í Klaksvík, men tað hevur ikki eydnast okkum at koma nærri, tí royna vit nú eftirlýsingina hendanvegin.

Tað hevði verið eitt sindur áhugavert at vita, hvønn veg fløskuposturin er farin, men tað ber sjálvandi bert til at gita. Vit gita, at tá flestu fløskupostarnir, sum verða funnir, ofta fyrst koma á land í norðurnoregi, síðani suður eftir landinum og seinni hava teir verið funnir í Shetlandi, Skotlandi, Orkneyoyggjunum og har á leið, so er kanska, men bara kanska, mest sannlíkt at fløskan er farin suður við eysturstrond Onglands, suður um Britagne og síðani er endað í Biscayavíkini á oynni Hoedic.

Sum sagt, vit leita eftir B BERG, helst ein genta ella ein drongur, sum hevur verið við á Føroya Sjómannadegi í 2012 og hevur kasta fløskupostin tá – Leggið til merkis, at allir stavirnir eru blokkbókstavir, tí kann BERG eisini vera endin á einum navni og ikki sjálvstøðugt navn.