(Úr Norðlýsinum í mai) KÍ valdi at steðga samstarvinum við høvuðsvenjaran eftir einans 98 dagar í starvinum. Vit greina tíðina og hyggja aftur á, hví hann fekk sekkin so tíðliga.
18. januar kunngjørdi KÍ nýggjan høvuðsvenjara í 41 ára gamla Haakon Lunov úr Noreg. Tá skrivaði ki.fo soleiðis:
Tað er við gleði, at KÍ kann almannakunngera, at felagið hevur sett norðmannin Haakon Lunov sum høvuðsvenjara næstu trý árini.
Nevndin í KÍ hevur arbeitt við at finna nýggjan venjara í eina tíð, eftir at Magne Hoseth skifti til Lyngby. Og nú er sáttmáli gjørdur við norska venjaran Haakon Lunov. Talan er um ein venjara við royndum í norskum fótbólti.
Haakon Lunov, sum hevur UEFA A Pro Licence venjara útbúgving, hevur verið venjari og hjálparvenjari í bestu og næstbestu deildunum í Norra, hann hevur arbeitt við spælaramenning í bæði Celtic og í akademinum hjá Everton FC og hann er útbúgvin Bsc í vísindum og fótbólti. Nýggi KÍ venjarin hevur vitjað við Djúpumýru fyrr, tað var tá ið hann tók UEFA A Pro Licence útbúgvingina. Hann var í bólki saman við Mikkjali Thomassen, og tá vóru teir tríggjar dagar í Klaksvík til venjingar hjá KÍ, sum Mikkjal stóð fyri, og tí er ikki óhugsandi, at summir spælarar heilsaðu upp á Haakon Lunov tá.
Nýggi venjarin er eisini við í tekniska toyminum hjá UEFA sum eygleiðari og greinari, og hann skrivar teknisku frágreiðingarnar frá Champions League og Evropa League.
– Vit eru sera fegin um at hava fingið sáttmála við Haakon Lunov, og vit gleða okkum til samstarvið, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Nýggi venjarin kemur til Føroya mánadagin, tá ið fyrireikingarnar til komandi kappingarár av álvara fara í gongd. Og 30. januar fer KÍ hópurin á venjingarlegu í Portugal sum liður í fyrireikingunum til landskappingina, sum fer í gongd í mars.
Sáttmálin við Haakon Lunov er galdandi í trý ár.
Ein skundavgerð?
At KÍ fór at missa Magna Hoseth eftir kappingarárið 2023 átti ikki at komið óvæntað á nakran. Longu i november 2023 bleiv hann settur í samband við norsk feløg, og hóast partarnir royndu at avvísa hesum, so rýkur sjáldan av ongum brandi.
Tað tóktist sum, at KÍ hevði ein venjara kláran at taka yvir í roynda Eirik Bakke, sum hevði verið venjari í nógv ár í Sogndal og eitt stutt skiftið í Lillestrøm. Men í síðstu løtu gjørdu familjuorsøkir, at Eirik Bakke takkaði nei 15. januar. Longu 18. januar hevði Haakon Lunov gjørt sáttmála við KÍ, og hann staðfesti í miðlum, at tað hevði gingið skjótt. KÍ skuldi byrja felagsvenjing 22. januar, so kanska hava hesir dagarnir verið merktir av stressi og at ov nógv er lagt fyri at fáa venjaran uppá pláss áðrenn fyrstu venjing heldur enn at geva sær neyðugu tíðina. Haakon Lunov hevði sambært góðum keldum fyrr í vetur verið uppá tal í 07 Vestur eins og aðrir venjarar, men har fall valið hjá 07 Vestur á Steffan Landro, sum var ein munandi royndari venjari.
Ikki sannførandi royndir sum høvuðsvenjari
Tað fyrsta sum fólk ofta hyggja eftir, tá ein nýggjur høvuðsvenjari verður settur, er, hvørjar royndir ein venjari hevur sum høvuðsvenjari. Haakon Lunov hevði ongar royndir frá høgum stigi. Hann hevði royndir sum hjálparvenjari hjá Odd, Strømsgodset, Celtic og Vålerenga, meðan hansara einastu royndir sum høvuðsvenjari vóru hjá Fram Larvik í trý ár. Har vóru úrslitini tvær niðurflytingar úr 3. bestu norsku deildini og mittasta árið ein uppflyting úr 4. bestu norsku deildini. Og 3. og 4. besta norska deildin var á nógv lægri stigi enn KÍ 2023, sum í 2023 fekk longda leiktíð í Champions League móti norsku meistarunum Molde.
Hesar ivasomu royndir sum høvuðsvenjari til eitt so stórt starv er ikki eitt gott grundarlag, tí tað er neyvan nakað ivamál um, at fólk geva einum venjara størri møguleika og kanska longri tíð, um hann áður hevur nógv at vísa á.
Hevði ikki ein hóp við sær
Hetta var aðru ferð á rað, at KÍ valdi at seta ein óroyndan høvuðsvenjara.
Ein høvuðsorsøk til, at tað spældi so væl av hjá Magna Hoseth var helst, at hann hevði eitt gott netverk, sum hann brúkti hansara fyrsta ár í KÍ. Hann hevði ein hóp av fólkum, sum hann kendi, við sær. Hann fekk eitt stórt navn inn sum hjálparvenjara í Daniel Berg Hestad, sum eisini hevði nakað av venjararoyndum frá eykaliðnum hjá Molde. Síðani fekk hann ein royndan verjuleikara við yvir 30 A-landsdystum fyri Norra í Vegard Forren. Til álopspartin fekk hann Luc Kassi, sum hevði spælt nógvar dystir og skorað nógv mál í bestu norsku deildini nøkur ár frammanundan. Og tá summarið kom og skaðastøðan bleiv kritisk á málmansøkinum, so fekk hann fyrrverandi liðfelagan Nils Jonathan Johansson í hópin. Hesir persónar komu at spæla ein sera stóran leiklut í, at KÍ í 2023 fekk tað nógv besta kappingarárið, sum nakað føroyskt fótbóltsfelag nakrantíð hevur havt.
Hinvegin hevði Haakon Lunov ikki nakrar slíkar persónar við sær, sum hann kendi frá fyrr. Hann fekk ein norskan hjálparvenjara, men teir høvdu ikki arbeitt saman fyrr. Síðani bleiv ein føroyskur kropsligur venjari settur og nýggju leikararnir sum komu til KÍ vóru ikki leikarar, sum KÍ-venjarin hevði arbeitt saman við fyrr.
Óhepnar útmeldingar
Hjá høvuðsvenjarum er miðlaparturin ein partur, sum skal røkjast, men tað er eisini ein partur, sum kann gera einum starvið truplari, um ein ikki dugur at brúka tað.
Haakon Lunov var fleiri ferðir alment úti og segði undan kappingarárinum, at málið hjá honum var at vinna ’’The Treble’’ sum var stórsteypadysturin, løgmanssteypið og FM. Og longu 24. apríl hevði KÍ í fyrstu royndini tapt í tveimum av hesum kappingunum, meðan liðið hekk langt aftanfyri í landskappingini, har einki bendi á, at nakað FM var á veg. Her legði KÍ-venjarin óneyðugt trýst á seg sjálvan. Tí mong KÍ-viðhaldsfólk krevja FM og góð avrik í Europa. Hinar kappingarnar hava ikki hægstu raðfesting.
Í Televarpinum setti Haakon Lunov spurnartekin við U21-landsliðsúttøkuna, har hann helt, at KÍ skuldi havt munandi fleiri U21-landsliðsleikarar enn teir, ið vóru úttiknir. Hetta tí, at hann metti, at KÍ hevði tað nógv besta venjingarumhvørvið. Hetta vóru tekin um, at hann tosaði um viðurskiftið, sum hann kanska ikki kendi nóg væl í føroyskum fotbólti. Tí fakta er tað, at í KÍ vóru ikki aðrir leikarar, sum spældu regluliga í bestu deildini og ársins U21-landsliðshópur er væl mannaður á flest øllum plássum við leikarum, sum til dagligt gera um seg í bestu deildini. Og útfrá tí sum vit sóu fram til 24. apríl var ikki nógv sum bendi á, at KÍ hevði eitt betri venjingarumhvørvið enn t.d. Víkingur og HB. Heldur hinvegin. Hóast HB spældi við óroyndum liði, so vann liðið tríggjar ferðir av trimum móti KÍ fram til 24. apríl.
KÍ tapti fýra av átta skrásettum dystum undir norska venjaranum. Og eftir fleiri av dystunum hjá KÍ, sum liðið tapti, so segði venjarin alment, at avrikið var langt frá tí, sum hann hevði sæð í venjing uppundir dystir. Og tað er ikki eitt gott tekin, um tað er afturvendandi, at leikarar avrika betri til venjingar enn til dystir.
Og so er tað flytingarvindeygað. Um mánaðarskiftið februar/mars kom KÍ-venjarin alment út á Televarpið og segði, at KÍ var liðugt at keypa inn. Men bara eina viku seinnu var hendan støðan broytt, og KÍ-venjarin váttaði í miðlum, at tað var møguleiki fyri, at KÍ fekk onkran nýggjan leikara. Tað kom m.a. fram, at KÍ hesa tíðina hevði bjóðað uppá ein íslendskan álopsleikara, men endin var, at KÍ ongan fekk inn, men slíkar mótstríðandi útmeldingar eru ikki álitisvekjandi og setur spurningar við, hvat er hent hesa vikuna, sum broytir støðuna so markant. Tá KÍ-venjarin bleiv settur, so segði hann, at fyrsta tíðin skuldi til at koma at kenna hópin, og tað hevur hann fingið kritikk fyri í m.a. KVF tí, at hann skuldi havt kent hópin betri fyrr, so felagið kundi handlað á flytingarmarknaðinum.
Kunnu skaðarnir brúkast sum umbering?
Eitt afturvendandi evnið fyri KÍ í 2024 hevur verið mongu skaðarnir. Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Odmar Færø hava havt skaðar frá 2023, sum hanga við fram til í øllum førum í summar. Síðani hevur liðskiparin, Jákup B. Andreasen, eisini verið nógv skaddur, men tað lá ikki í kortunum, tá flytingarvindeygað lat aftur. Afturat hesum hava leikarar sum m.a. Mads Bo Mikkelsen, Patrick Da Silva og Deni Pavlovic mist nakrar dystir.
Skaðarnir hjá Halli, Odmari og Heina kunnu bólkast fyri seg. Teir spældu ikki, við undantaki av Heina onkran hálvleik, í venjingardystum. Og áðrenn flytingarvindeygað stongdi hálvan mars, so kendi KÍ fakta um, at teir komu ikki at spæla fyrstu mánaðirnar av kappingini. Tí var tað eitt val at gera, at ikki keypa fleiri leikarar, tí KÍ hevði fíggjarorku til at handla, tá ein listi við trimum langtíðarskaðum var veruleiki. Av restini hava nakrir skaðar verið, men ikki nevnivert fleiri enn hjá t.d. Víkingi og HB. Og har er ein munur, at KÍ hevur sáttmála við so nógvar leikarar á høgum stigi, at tað framvegis ikki er neyðugt at fara til óroyndar lokalar leikarar við einstøkum undantaki onkran dyst. Har hevur serliga HB, sum hevur vunnið allar dystirnar móti KÍ, í nógv størri mun verið kroyst at brúkt lokalar óroyndar leikarar. Tí kunnu skaðar ikki brúkast sum frágreiðing uppá at tapa tríggjar av trimum dystum móti HB.
Tí er niðurstøðan, at hópurin, sum byrjaði 22. januar, hevur havt allar møguleikar at ment seg og av røttum ikki burdi tapt so nógvar dystir móti onkrum hópi, sum hevur havt størri avbjóðingar við fólki.
Kritikkur móti taktikki og leikaravali
KÍ hevur síðstu árini í heimligu kappingini spælt 4-3-3 ella 4-2-3-1 fyri tað mesta. Haakon Lunov spældi fleiri leikskipanir, men sum oftast var tað 4-4-2, sum bleiv brúkt. Ein lítið brúkt leikskipan í 2024 av toppliðum, sum ynskja at stýra dystum við bólti. Hendan leikskipan riggaði ofta illa, men hóast tað, sum bleiv sjáldan nakað broytt gjøgnum dystirnar.
Og so vóru tað leikaravalini, sum til tíðir tóktust løgin. M.a. sóu vit nógv málmansskiftir, sum ikki er vanligt uppá so stutta tíð. Tá KÍ tørvaði royndan miðvallara móti B36 síðsta partin av dystinum, har støðan tá var 0-0, so bleiv Deni Pavlovic, sum vanliga er ein trygd fyri góðum avrikum í stórdystum, frávaldur. Og síðstu løtuna móti HB í landskappingini var trupult at fáa skil uppá, hvar leikarar spældu. M.a. spældu álopskendir leikarar í miðverjuni og vinstrabeintur álopsleikari á høgra bakki.
Venjingarmongdin var minkað
Vegna óvanliga langa kappingarárið í 2023, sum endaði hálvan desember, so byrjaði KÍ ikki felagsvenjing aftur fyrr enn 22. januar. Tá høvdu hini liðini vant í tvær vikur ella gott tað. 30. januar fór KÍ á venjingarlegu í Portugal í áleið 10 dagar og hevur tá kanska vunnið nakað innaftur av tí, sum hini vóru frammanfyri. Men tá landsliðssteðgur kom í mars mánaða, so hevði KÍ-hópurin frí í eina viku. Hetta fekk nógvan kritikk, tí KÍ var longu frammanundan aftanfyri í venjingarmongd. Sum skilst høvdu tey flestu av hinum liðunum ikki eins langa feriu í landsliðssteðginum. Tvey tey ovastu liðini, Víkingur og HB, eru eisini tey, sum venja mest ella nær við tað, tó at hetta er eitt sindur trupult at meta um, tí eingi tøl finnast um slíkt. Víkingur hevur øll árini undir Jóhan Petur Poulsen verið kent fyri at vant nógv og at havt eina venjingarstøðu, sum er millum tær bestu í deildini. Og í 2024 hevur nógv tos verið um, at fyrrverandi Superligavenjarin, Adolfo Sormani, hevur økt munandi um venjingarmongdina í HB. KÍ tapti m.a. báðar landskappingardystirnar í Gundadali síðsta partin av dystinum, og prát hevur verið um, at KÍ ikki er í eins góðari venjingarstøðu sum Víkingur og HB. Tað kann eisini verða, at sálarligi parturin ger, at nógvir leikarar í summum dystum tykjast tyngri í beinunum enn undanfarnu ár. Tað er í øllum førum fakta, at KÍ-leikararnir í 2024 hava munandi færri venjingar í beinunum, men tað hevur verið góð tíð síðani 22. januar at fingið formin uppá pláss, og har kann spurnartekin setast við, um nóg nógv er gjørt fyri at fáa leikararnar í so góðan form sum møguligt eftir tí fortreyt, at hópurin ikki kundi byrja fyrr enn 22. januar vegna langa kappingarárið í 2023. Her skal tó havast í huga, at KÍ sum einasta felag heilt vist ikki hevur nakra summarfrí, tí tá eru altjóða dystir, so skal hópurin hava frí yvir eitt tíðarskeið, so er tað, tá landsliðssteðgir eru.
Eingin menning
Ein trupulleiki hjá KÍ var, at eingin framgongd sást frá 22. januar til 24. apríl. Kanska vánaligasti hálvleikurin av øllum var fyrri hálvleikur á heimavølli móti skerdum HB-liði 24. apríl. Og hóast KÍ eisini var skert, so er tað ikki uppá sama máta sum hjá hinum liðunum. Tí meðan t.d. HB setti lokalar óroyndar leikarar inn frá byrjan handan dystin, so er tað framvegis bara royndir leikarar ella innkeyptir leikarar, sum hava myndað uppstillingarnar hjá KÍ við undantaki av einum leikara onkran dyst. Samanbera vit teir tríggjar dystirnar millum KÍ-HB, so flutti HB seg so ræðuliga nógv meir enn KÍ rætta vegin. Tí meðan HB næstan ikki kom framum miðjuna móti KÍ í stórsteypadystinum 2. mars, so var dysturin leikliga nógv javnari 14. apríl, meðan HB var leikliga betra liðið 24. apríl, enntá í Klaksvík, har KÍ ikki hevði tapt í vanligari leiktíð móti HB síðani 2018.
Gott at viðurkenna eina skeiva avgerð
Onkur almennur kritikkur hevur verið ímóti KÍ fyri at hava tikið eina ov skjóta avgerð við at siga venjaran upp, tí átta dystir ikki er nógv at døma ein venjara uppá. Vit fáa ongantíð at vita, hvat hevði hent, um KÍ valdi at geva venjaranum meira tíð. Men vit kunnu staðfesta, at venjarin hevði mist álitið millum sera stóran part av KÍ-viðhaldsfólkunum, meðan avrikini og úrslitini ikki bendu á, at nøkur broyting var í væntu. Tí hava fáar lokalar røddir verið frammi um, at tað var skeivt at steðga samstarvinum longu nú, og tí kemur leiðslan hjá KÍ neyvan undir trýst í lokalumhvørvinum fyri hesa avgerðina. Eitt sera týdningarmikið summar stendur fyri framman í altjóða fótbólti hjá KÍ, har liðið kann koma í bólkaspæl annað árið á rað, tó at tað hesaferð helst krevst størri eydna við lutakastinum enn í 2023, tí styrkin á KÍ-liðnum í 2024 er ikki í nærheitini av 2023, um einki markant broytist komandi vikurnar.
At KÍ tók avgerð um at steðga samstarvinum eftir einans 98 dagar, sum er tað skjótasta ella nær við tað í søguni hjá KÍ, bendur eisini á, at nógv gekk galið, tí KÍ er ikki kent fyri at skifta venjarar mitt í kappingini. Síðani 1990 er tað bara hent í 2005, 2007, 2008, 2009 og 2013, sum er fimm ferð í 33 ár. At viðurkenna eina at síggja til skeiva avgerð er ikki nøkur skomm og ein nógv betri avgerð enn at halda fram við eini ætlan, sum alt ov fá trúðu uppá. Tað er tó ikki vist, at úrslit og avrik fara at batna beinanveg. Tað velst um, hvør verður settur sum høvuðsvenjari. Og søgan vísir, at tað er ikki lætt hjá nýggjum venjarum at broyta eina gongd mitt í kapping, um ein hópur t.d. ikki er í nóg góðum formi ella ikki hevur svongdina og mentala yvirskotið til at venda tí. Tá skal viðhvørt nakað meira umfatandi arbeiði í gongd, sum tekur longri tíð, har tað krevst dugnasemi á flytingarmarknaðinum og har venjingarmongdin til dagligt ikki stendur aftanfyri kappingarneytarnar. Tíðin vil vísa, hvat krevst, eisini av tíð, fyri at KÍ kemur úr aldudalinum, sum hevur rakt liðið fyrsta partin av kappingarárinum 2024.
Úrslitini undir Haakon Lunov:
KÍ-HB 2-3 (stórsteypadystur)
KÍ-ÍF 6-0
B36-KÍ 2-0
KÍ-NSÍ 3-2
Skála-KÍ 1-2
HB-KÍ 1-0
KÍ-B68 3-0
KÍ-HB 2-3
Dystir: 8
KÍ vunnið: 4
Javnleikur: 0
KÍ tapt: 4
Málmunur: 18-12
Tá samstarvið millum Haakon Lunov og KÍ steðgaði, skrivaði ki.fo soleiðis:
KÍ og Haakon Lunov fara hvør til sítt
Samstarvið millum Haakon Lunov og KÍ heldur uppat, og arbeiðið við at finna ein nýggjan venjara er farið í gongd
Haakon Lunov er ikki høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá KÍ longur. Samstarvið millum KÍ og Haakon Lunov heldur uppat frá í dag av.
Tað er ongin loyna, at úrslitini hjá besta mansliðnum ikki hava verið nøktandi, og eftir úrslitið í fyrsta umfari í steypakappingini heldur nevndin tað vera neyðugt at taka stig til at venda gongdini, sum ikki samsvarar við málsetningin hjá felagnum.
Tí er avgerð tikin um at halda upp at við samstarvinum við norska venjaran, sum hevur vart í tríggjar mánaðir.
– Gongdin hjá okkara besta liði og vantandi úrslit eru høvuðsorsøkin til hesa avgerð, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ, sum harmast um, at samstarvið ikki eydnaðist betur, og at úrslitini hava verið so lak higartil í ár.
Tað var síðst í januar, at KÍ setti norðmannin Haakon Lunov sum høvuðsvenjara hjá Betrideildarliðnum við monnum, men úrslitini hava ikki verið eftir vild.
– Hetta samsvarar ikki við málsetningin hjá felagnum, og tí er neyðugt at taka stig, sum kunnu venda keðiligu gongdini, staðfestir nevndin í felagnum.
Haakon Lunov sigur seg virða avgerðina hjá felagnum, men hann leggur dent á, at hann hevur gjørt alt, sum hann var mentur.
– Eg havi gjørt alt, sum eg kundi í eini krevjandi og truplari tíð hjá felagnum við broytingum, men eg virði avgerðina hjá nevndini. Eg eri glaður fyri tíðina í KÍ, fyri spælararnar, starvsfólk, fólkið og Klaksvík, og eg trúgvi uppá, at um støðan í felagnum verður støðug, so vinnur liðið meistaraheitið 2024 – við ella uttan Haakon Lunov, sigur fráfarandi venjarin.
KÍ takkar Haakon Lunov fyri samstarvið og ynskir honum blíðan byr frameftir.
Arbeitt verður við at finna nýggja venjara til besta mansliðið hjá KÍ.



