So er tíðin komin til ein eftirmetingarfund í sambandi við ferðamannaskipini, ið hava vitjað í Klaksvík í summar. Fundurin er ætlaður til at umrøða tey ymisku viðurskiftini, avbjóðingarnar og teir møguleikar, sum hesar vitjanir hava havt við sær.
So er tíðin komin til ein eftirmetingarfund í sambandi við ferðamannaskipini, ið hava vitjað í Klaksvík í summar.
Fundurin er ætlaður til at umrøða tey ymisku viðurskiftini, avbjóðingarnar og teir møguleikar, sum hesar vitjanir hava havt við sær.
Ferðafólkini koma í prát við rættuliga nógv ymisk fólk og tí ynskja vit, at so nógv sum møguligt møta til eftirmetingarfundin. Tað er alt frá teimum, ið bjóða seg fram við heimavirkaðum vørum, hýruvognsførarar, teimum, ið skipa fyri útferðum, ferðaleiðarar, vegleiðarar og handilsfólk.
Fundurin verður á Norðoya Kunningarstovu, mikudagin, 1. oktober, kl. 19.00.
Skráin er soleiðis:
Vælkomin
Yvirlit yvir vitjanirnar
Eftirmeting
Tilboð frá Klaksvíkar kvøld- og ungdómsskúla
Vitjanir í 2015




