Í vikuni vátti tíðindaleiðarin hjá KVF, Liljan Weihe, at hon hevði fingið ætlanarskriv frá leiðsluni í KVF. KVF.fo skrivar, at Johnny í Grótinum hevur kunnað tíðindadeildina í Kringvarpi Føroya um, at tíðindaleiðarin er frítikin fyri at møta til arbeiðis næstu dagarnar.
Í vikuni vátti tíðindaleiðarin hjá KVF, Liljan Weihe, at hon hevði fingið ætlanarskriv frá leiðsluni í KVF.
KVF.fo skrivar, at Johnny í Grótinum hevur kunnað tíðindadeildina í Kringvarpi Føroya um, at tíðindaleiðarin er frítikin fyri at møta til arbeiðis næstu dagarnar.
Hann váttaði samstundis, at Liljan Weihe hevur fingið ætlanarskriv, men vil ikki viðmerkja innihaldið í hesum annað enn, at tíðindaleiðarin er frítikin fyri at møta til arbeiðis í nakrar dagar.
Hann segði somuleiðis, at ætlanarskrivi skal síggjast í sambandi við greinarnar í Sosialinum fyri viku síðani, sum m.a. viðgjørdu tvey skriv frá tíðindaleiðaranum til stýrið um, at stjórin leggur seg ov nógv út í journalistisku viðgerðina – og at hann skal hava ein gegnistrupulleika í samband við viðgerðina av skattafrádráttinum hjá Eik Banka, sum í dag eitur Betri Banki.
Liljan Weihe váttar, at talan er um ætlanarskriv um uppsøgn, og at uppsøgnin í ætlanarskrivinum er grundað á illoyalitet. Har stendir millum annað:
– Orsøkin til uppsøgnina er, at stjórin kann ikki góðtaka tygara illoyala atburð móti stjóranum, móti stovninum, sum millum annað er komið til sjóndar seinastu dagarnar..
Eftirmetingin av sendingunum um Eik skatta málið útsett
Stjórin í KVF váttar fyri Norðlýsið, at arbeiði við at eftirmeta EIK skattamálið er útsett til eftir nýggjar. Fyri nøkrum vikum síðan váttaði stjórin at KVF hevði sett ein bólk av starvsfólkum í KVF at eftirmeta fakligu handfaringina í samband við EIK Skattamálið.
Í gjár váttaði Johnny í Grótinum at hetta arbeiði verður tikið uppaftur eftir nýggjar, men vildi ikki koma nærri inn á orsøkina uttan tað at talan var um innanhýsis viðurskifti á stovninum.



