Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirspurningurin eftir laksi heldur á at vaksa

Helgi Abrahamsen

Úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrra hálvár 2016 var 437 milliónir krónur eftir skatt, samanborið við 323 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.

Úrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri fyrra hálvár 2016 var 437 milliónir krónur eftir skatt, samanborið við 323 milliónir krónur fyrra hálvár í fjør.

”zVit eru væl nøgd við úrslitið í øðrum ársfjórðingi. Marknaðarprísurin á laksi var methøgur, og lívfrøðiliga gongdin var góð.” Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, nú roknskapurin fyri fyrra hálvárið 2016 er lagdur fram.

Eftirspurningurin eftir laksi heldur á at vaksa, samstundis sum útboðið av aldum laksi væntandi fer at lækka við umleið 4 prosentum í 2016 í mun til árið fyri.

”Orsøkin til lækkingina er, at nógvir laksaframleiðarar eru um at náa fulla nýtslu av verandi framleiðsluorku,” sigur Bakkafrost.

Men ikki alt hjá Bakkafrosti gongur sum eftir ánni. Framleiðslan av lidnum vørum er í einum aldudali í løtuni, men felagið heldur tó fast við málið og strategiina við framleiðslu av lidnum vørum. Um gongdina viðvíkjandi fiskamjøli, lýsi og fóðri sigur Bakkafrost, at hon var góð í farna ársfjórðingi.

Íløgur fyri 2,2 milliardir krónur

Nýggja smoltstøðin á Viðareiði er so smátt farin í gongd og nýggja virkið á Glyvrum er byrjað framleiðslu. Sjøtul er eisini settur á stóru byggingina av smoltstøðini við Strond og samanlagt skulu íløgur gerast frá 2016 til 2020 fyri 2,2 milliardir krónur.

765 fulltíðar starvsfólk starvast hjá Bakkafrost samtakinum.