Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirútbúgving av lærarum í innovatión og íverksetan

Tíðindaskriv

Føroya Handilsskúli skipar fyri eftirútbúgving av lærarum í innovatión og íverksetan.

Tað hevur leingi verið frammi í almenna orðaskiftinum, at vit sum samfelag ikki eru nóg innovativ, ikki nóg nýskapandi. Tað ger, at vit ikki gagnnýta egið tilfeingi nóg væl, og tað minkar um kappingarføri okkara, verður ført fram. Eins og globalisering og altjóðagerð hvønn dag seta nýggj og øðrvísi krøv, sum eisini Føroyar mugu fyrihalda okkum til í altjóða samstarvi.

Føroya Handisskúli og stýrið fyri Føroya Handilsskúla hevur viðgjørt hesar spurningar og gjørt av at seta orku av til at menna lærarahóp skúlans við atliti til júst førleikar innan innovatión og íverksetan. Og við atliti til at menna førleikar at umseta útbúgving til ítøkiligar verkætlanir.

Í morgin byrjar ein nýggj eftirútbúgving fyri lærarar á Handilsskúlanum í Havn og Handilsskúlanum á Kambsdali. 23 lærarar fara yvir nøkur vikuskifti at útbúgva seg til at undirvísa í Innovatión og íverksetan, og at leggja dent á hesar førleikar í øllum lærugreinum, sum undirvíst verður í á skúlunum báðum.

Handilsskúlin veitir sum aðrir miðnámsskúlar gymnasialt studentsprógv, men vit veita eisini aðrar yrkisligar útbúgvingar og ikki minst veita vit hægri útbúgvingar og diplom og akademistøði. Tað er tí at stórum týdningi, at lærarahópurin er so dagførdur sum møguligt, tá um ræður at veita útbúgving, sum kann vera við til at slóða fyri vøkstri og virksemi í Føroyum.

Tí hava leiðslurnar og stýrið fyri Føroya Handilsskúla tikið stig til eina eftirútbúgving, fyriskipað av Syddansk Universitet, sum gevur førleikar at undirvísa í Innovatión C og B. og avgjørt er at henda eftirútbúgving fer fram á Handilsskúlanum í Havn.

Byrjað verður í morgin 31. oktober 2013 kl. 8.30 á Føroya Handilsskúla, Janusargøta 2.

Innihaldið í hesum skeiðnum er tað sama, sum verður gjøgnumført á Syddansk Universitet í Odense. Les meira: http://www.sdu.dk/Efter_videreuddannelse/Korte_kurser/Innovation_Entreprenorskab

Fyribils leisturin:

3-daga skeið í okober/november (yvir eitt vikusikifti)

3-daga skeið í jan/februar (yvir eitt vikuskifti)

2-3 eindagssamlingar

Próvtøka í mai 2014

Undirvísarar:

Kristian Philipsen, lektor, skeiðsleiðari, Institut for Entreprenørskab og Relationsledelse

Torben Bager, stjóri, Iværksætterakademiet IDEA

Ann Højbjerg Clarke, lektor, associate professor, Institut for Entreprenørskab og Relationsledelse

Skeiðið svarar til 15 ECTS.

Vegna Føroya Handilsskúl

Helena Dam á neystabø, stjóri

Tórshavn 30.10 2013