Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

-Eg bleiv bæði kløkk og øðrkymlað

Oliver Joensen

Sigur Jórunn Niclasen, Jórunn hjá Per Jacobsen, eftir eina heilt óvanliga uppliving sunnukvøldið 21. august, tá danska hondbóltsliðið leikti ímóti Fraklandi.

Sigur Jórunn Niclasen, Jórunn hjá Per Jacobsen, eftir eina heilt óvanliga uppliving sunnukvøldið 21. august, tá danska hondbóltsliðið leikti ímóti Fraklandi.

Eg gangi í køkinum, ímeðan Per situr niðri undir og hyggur at hondbólti í sjónvarpinum. Tá pikkar á dyrnar. Eg fari út og ein ung genta stendur uttanfyri saman við einum ungum manni.

Unga kvinnan spyr á enskum um Jórunn og Per búgva her.


My name is Jórunn

Eg segði sjálvandi “Yes”. So sigur hon: “Are You Jórunn?” eg sigið “Yes”. So sigur hon: “I have a special story to tell you, my name is also Jórunn and I am named after you.”

Sjálvandi bleiv eg bæði kløkk og forvirrað og visti ikki rættuliga, men tey sóu so glað og fitt út, har tey stóðu á trappuni, at eg bjóðaði teimum bara inn, tí eg helt, at hetta mundi vera okkurt serligt og vildi hoyra meira.


Hugsaði nógv

Tankarnir flugu sjálvandi gjøgnum høvdið á mær, men eg kundi við mín besta vilja ikki finna út av, hvat hetta kundi vera. Hugsaði ongantíð at vit kanska kundu vera í familju.


Kvinnan í baðirúminum

Innkomin, fór unga kvinnan at greiða frá. Hon sigur, at foreldur hennara høvdu verið og ferðast í Føroyum í 1989. Tey vóru tá á súkklu kring um í Føroyum og millum onnur pláss, komu tey eisini til Klaksvíkar. Tá høvdu tey gingið framvið hjá okkum. Her løgdu tey til merkis nøvnini á rútinum við hurðina, har eg sjálv hevði klipt stavirnar út. Ta tíðina høvdu vit ikki fingið húsanummur í Klaksvík. Eisini sigur unga kvinnan, at mamma hennara hevði sæð eina kvinnu í baðirúminum.


Uppkallað

Standandi uttanfyri hjá okkum gjørdu tey av, at fingu tey eina dóttur, so skuldi hon eita “Jórunn”.

Dóttirin, tað eri eg, segði unga kvinnan, og nú eri eg komin til Føroya at leita upp kvinnuna, ið eg eri uppkallað eftir.


Bert eina mynd at halda seg til

Tey høvdu ikki nógv at ganga eftir, tá tey komu til Føroya at leita. Bert eina mynd av gøtuni her, sum pápin hevði tikið, tá hann og mamman vóru í Føroyum.

Alt ímeðan vit soleiðis sita og práta uppi í stovuni, situr Per niðri undir og hyggur at hondbólti. Tá eg havi fingið søguna, fara vit báðar niður í sjónvarpsstovuna, og hon sigur nú somu søguna fyri Peri.


Tað bar saman okkara millum

Hetta bleiv dagur í viku. Tey sótu her til langt eftir midnátt, og søgdu okkum, at tey skuldu vera í Føroyum í 12 dagar. Tey komu higar við Atlantic og komu beinleiðis til Klaksvíkar, tí tey høvdu eina miðvísa ætlan við ferðini, nevniliga at leita meg upp. Eg hevði júst hetta sunnukvøldið bakað bollar, og tað fall í góða jørð hjá teimum, tey eru nevniliga vegetarar, so tey eta onki sum hevur uppruna úr djórum.


Gingu túr í fjøllunum

Vit sampakkaðu væl, dagin eftir, mánadagin, fóru vit gongutúr við teimum, teimum dámar væl at ganga úti í náttúruni. Vit hava verið uppi á Hálsi, í Skúvadali og annars hava tey ferðast nógv í Føroyum, í Kalsoynni, har tey hava sæð Kópakonuna og hava verið úti á Kallinum, ein túr í Suðuroy og so hava tey eisini ligið nátt í Gøtu. Martin, sum drongurin hjá Marie Jórunn eitur, er teldufrøðingur og Jórunn er fotografur og lesur media og komunikatión.


”Eg eri stolt av at vera uppkallað”

Eg eri sera glað um, at hon sigur at hon eitur eftir mær. Tað eru nógvar Jórunn í Føroyum, og eisini í Klaksvík eru nógvar, men hon eitur eftir mær, og tað kann eg ikki siga annað enn at eg eri stolt av.

Nú tey hava verið her í eina viku, kennist tað, sum vit hava kenst alt lívið, Jórunn og Martin eru nú ein partur av okkum.

Tey hava boðið mær og Per til Eysturríki í komandi ári, og vit hava ætlanir um at taka av innbjóðingini.


Marie Jórunn Ruhsam greiðir frá:

Hetta er ein heilt serstøk søga, sum eg kanska eri høvuðspersónurin í, sjálvt um eg ikki var fødd tá søgan byrjar.

Mamma og pápi mín vóru í Føroyum í 1989. Tey vóru her og ferðaðust kring oyggjarnar á traðkisúkklu. Mamma mín, sum er 53 ár, eitur Ursula Ruhsam og pápi, ið er 52 ár, eitur Christoph Rusham. Mamma er professari á einum universsiteti, ímeðan pápi er leiðari á eini IT fyritøku í Eysturríki.


Gongutúr í Klaksvík

Eitt kvøldið í 1989 eru tey so í Klaksvík, og tá sigur pápi, at hann heldur at tey skulu seta súkklurnar, tí hann hevur hug at ganga ígjøgnum býin fyri at seta seg meira inn í umhvørvið.


Varnast navnið Jórunn

Ímeðan tey ganga her Undir Brúnni, varnast mamma mín eina kvinnu inn ígjøgnum vindeygað í einum húsum. Kvinnan er í bað, og mamma heldur, at hon er sera hugtakandi og hevur ein ótrúliga vakran kropsburð. Mamma sær eisini skeltið við hurðina, har tað stendur Jórunn og Per og roknar tí við at kvinnan, í baðirúminum man eita Jórunn. Eftir at foreldur míni hava práta um hetta, ímeðan tey standa uttanfyri húsini Undir Hálsi, gera tey av, at um so er at mamma gerst við barn og tey fáa eina dóttir, so skal hon eita Jórunn.


Fingu eina dóttur

Í 1991 gjørdist mamma við barn, tey fingu eina gentu, tað var eg, og tey góvu mær navnið Marie Jórunn Ruhsam.

Eg havi havt ein góðan barndóm uttan fyri Wien har foreldur míni eiga eini stór hús, við stórum øki uttanum, har vit hava nógv ymisk sløg av djórum, sum hønur, dunnur, kettur, kaninir og annað. Eg eri uppvaksin saman við djórunum og etið ikki djór, men eri vegetarur, tí eg elski djór.


Mær dámdi onki millumnavnið

Tá eg var lítil, fekk eg søguna at vita um millumnavnið hjá mær. Men mær dámdi tað ongantíð. Ikki fyrr enn fyri nøkrum mánaðum síðani, tá mamma mín aftur segði mær søguna um Jórunn, fangaði tað meg. Tá fyrst dugdi eg at síggja, hvussu stór og spennandi hendan søgan var fyri meg.

Hetta gav mær nú nógv at hugsa um, og tað byrjaði at fylla nógv í lívi mínum. Eg fekk eini góð ráð frá eini vinkonu. Hon segði við meg: Tú skalt fara til Føroyar og royna at finna kvinnuna, sum tú ert uppkallað eftir, tí eydnast tað tær, so fert tú at kenna teg meira fullfíggjaða.


Gjørdi av at fara til Føroyar

So ein morgun, tá eg vaknaði, gjørdi eg av, at nú fór eg at arbeiða við at fara til Føroya at leita eftir vøkru kvinnuni, sum eg var uppkallað eftir.


Ein 27ára gamla mynd

Pápi mín hevði tikið eina mynd av gøtuni har kvinnan búði. Sjálvandi er hendan myndin eini 27 ára gomul, og tí roknaði eg við at nógv kundi vera broytt. Afturat hesi myndini vísti hann mær eitt kort yvir Klaksvík og viðmerkti, hvar hann helt húsini vóru á leið, men tað vísti seg als ikki at halda. Eitt var hann tó vísur í, og tað var, at húsini har “Jórunn” búð vóru á somu síðu av býnum sum kirkjan var.

Eg segði dreingi mínum frá hesi ætlan míni, og hann avgjørdi at fylgja mær á túrinum.


Byrjaðu at leita

Vit komu higar við rutuflogfarinum, og høvdu leigað okkum eitt neystaloft ímillum Ánir og Strond. Sunnudagin ætlaðu vit at fara at leita, tí tá roknaðu vit við at fólk vóru heima við hús. Tó, sunnumorgunin fóru vit ein túr niðan í Strandadal, tí vit vildu ikki órógva so tíðliga. Men seinnapartin byrjaðu vit so.

Vit gingu og gingu, fyrst eftir niðasta vegnum á vestursíðuni í Klaksvík, síðani eftir næsta vegnum. Alla tíðina høvdu vit myndina frammanfyri okkum, men dugdu ongantíð at síggja at myndin passaði til tað vit sóu.


Himpraðust við at spyrja

Fleiri ferðir kom tað okkum til hugs at spyrja fólk vit møttu, men vit ivaðust. Vit møttu nógvum fólki, men vit himpraðust framvegis. Men so møta vit eini gentu, sum var á aldri við meg. Tað vísti seg at vera Sonja Thomsen, eg vísti henni myndina og spurdi, kennir tú gøtuna. Hon helt at hetta kundi vera Undir Brúnni, men eg eri ikki vís, sigur hon víðari. So spyrjið eg, kennir tú Jórunn og Per? Hon sigur, jú, tey kenni eg, tí Per er lærari á Tekniska Skúla, og Jórunn arbeiðir við fólki ið bera brek. Sonja sigur mær eisini, at bæði Per og Jórunn eru sera væl kend í Klaksvík. Síðani spurdi eg, sigur Maria Jórunn, um hon visti hvat tey itu til eftirnavn. Tá mátti Sonja ringja til mammu sína at fáa tað at vita. Tá vit fingu eftirnavnið, so googlaðu vit nummar.fo og funnu útav at tey búðu Undir Brúnni 40.


Pikkaði á dyrnar

Sonja spyr so, um hon skal ringja og boða frá at vit leita eftir Jórunn. Eg segði nei, eg vil fara har sjálv og banka á dyrnar.

Eg og Martin, drongurin hjá mær, fóru so niðan Undir Brúnn og funnu skjótt fram til húsini. Nógvir tankar fóru ígjøgnum høvur mítt. Eg fór at ivast í, hvussu eg skuldi bera meg at, og hvat eg skuldi siga. Men Martin segði, lat vera við at hugsa ov nógv, pikka bara á dyrnar og tak tað har frá.


”Ja, Per býr her”

Eg so gjørdi, og ein kvinna letur upp. Eg spurdi: “Búgva Per og Jórunn her?”. Eg haldi ikki hon skilti hvat eg segði, tí hon segði “ja, Per býr her”. “Býr Jórunn eisini her, spyrji eg uppaftur?”. “Ja, tað eri eg”, sigur kvinnan.

“Eg veit als ikki hvat eg skal siga nú”, segði eg “men eg havi eina serliga søgu at siga tær”, sigi eg.

Jórunn er helst heilt tikin á bóli og veit ikki rættuliga, men hon bjóðar okkum inn at greiða meira frá hesi “serligu” søguni.


”Eg veit ikki hvat eg skal siga”

Vit báðar settu okkum niður, og eg sigi henni søguna eg júst havi sagt tær. Jórunn situr bara sum steinrunnin og sigur: Eg veit ikki hvat eg skal siga, eg veit ikki hvat eg skal siga.

Men fyri mær, sá hon út til at blíva glað, og so tók hon um meg, og segði at vit skuldu fara niðurundir at siga Per frá søguni.

“Hygg Per”, sigur hon við Per tá vit eru komnar niður í sjónvarpsstovuna, har Per situr og hyggur eftir hondbóltsdystinum ímillum Danmark og Frankaríki,” hendan gentan er uppkallað eftir mær!”

Og so fekk Per eisini søguna.


Eydnusamur túrur

Eg havi havt eina ógloymandi uppliving á hesum túrinum, sigur Marie Jórunn Rusham at enda. Jórunn og Per hava so ógvuliga vinarliga tikið ímóti mær, vit hava etið væl saman, vit hava búð hjá teimum í fleiri dagar og vit hava gingið í fjøllunum saman. Eg kann ikki siga, hvussu eydnusom eg eri á hesum túrinum til Føroya. Eg vóni, at vit fáa høvi at vitja her fleiri ferðir aftur í komandi árum.


Boðið til brúdleyp

Eg og Martin ætla at giftast í Eysturríki komandi summar. Vit hava boðið Jórunn og Peri við til brúdleypið, og tey hava sagt ja, so tað verður ein sera spennandi dagur í lívi mínum.