og mær dámar væl toku, sigur 42 ára gamla listakvinnan Anna Morh, tá eg hitti hana á framsýning síni sunnudagin í Ribarhúsi í Fuglafirði.
Mær hevur altíð dámt at fáast við tað kreativa. Líka síðani er var smágenta havi eg fingist við at tekna og hugurin til tað liggur eisini í dóttir míni, sum eg haldi dugur sera væl at tekna. Í mínum yngru døgum droymdi eg um at blíva akrkitektur.
Eg gjørdi nógv burturúr at tekna hús og at inrætta tey, mentað sum gjørdi at eg ikki fór tann vegin var, at eg føldi meg ikki so væl til rættis í rokning. Kanska kann eg eisini finna orsøkina til at eg ikki fór niður til Danmarkar at lesa, at eg faktiskt ongantíð havi tráða eftir at ferðast út í heim. Mær dámar best í Føroyum og mær leingist als ikki at sleppa út at ferðast, nú korona setur avmarkingar fyri tí.
fyri mær er einki sum ein túrur til Mikladals. Ein slíkur setur rættuliga gongd á kreativa hugflogið og higaril hagi eg gjørt sera nógv við ymisk motivir hagani.
Men nú til hesa framsýningina í Ribarhúsi havi eg reika meira víðan. Bæði við sjálv at ferðast í egnum landi, men eisini við at reika á netinum á ymiskum føroyskum heimasíðum.
Í Føroyum skiftir ljósið skjótt. Á myndunum hjá mær hevur ljósið sera stóran týdning og tí er nógv gjørt burturúr í partinum av tí kreativa. Onkur hevur sagt, at mínar myndir eru bleytar, tað kann eg væl vera samd í. Sjálv haldi eg at mínir málningar eru mildir og tað kemst helst av at eg arbeiði nógv við ymisku ljósfyribrigdunum í náttúruni, sum eg eri berttikin av. Kanska serliga er tað tokan, ið fangar meg.
Upp á spurningin hví Anna ikki hevur framsýning í Klaksvík eisini, sigur hon, at tað er spell at einki slíkt høli er í Klaksvík, har tú fyri ein hampuligan pening kanst leiga teg inn í. framsýningarhøli. Ribarhús er sera væl egnað til listafólk sum meg. Her er opið mánadag til fríggjadag frá kl. 15.00 til 17.30 og so leygardag frá 11.00 til 14.00. Teir dagarnar tekur Ribarhús sær av framsýningini, Sunnudagin 16. mai verið eg so sjálv á framsýningini frá kl. 17.00 til 19.00, sigur Anna Mohr, listakvinna at enda.
Ribarhús og Piddasahandi er ein eind, sum er eina vitjan verd. Umframt framsýningina hjá Onnu Mohr, so hevur Piddasahandi opið har nógv lekkurt heimavirkað er á gomlu hollunum. Mikudag, hósdag og fríggjadag fæst ein góður “dussur” og okkurt leskiligt afturvið.
Meira kunning á ribarhús.fo





















