Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg eri eitt nummar….

Sigrið Mikkjalsdóttir

Tá eg tann 2. September hoyrdi borgarstjóran í Klakksvík tosa um ta nýggju spennandi búðstaðarverkætlanina, sum fór av bakkastokki, nærum hoppaði eg av gleði. Endiliga ENDILIGA kom eitt gott alternativ til, at antin seta seg í stóra skuld og keypa hús, ella at leiga í fuktigum kjallarum, á bústaðarmarknaðin.

Tá eg tann 2. September hoyrdi borgarstjóran í Klakksvík tosa um ta nýggju spennandi búðstaðarverkætlanina, sum fór av bakkastokki, nærum hoppaði eg av gleði. Endiliga ENDILIGA kom eitt gott alternativ til, at antin seta seg í stóra skuld og keypa hús, ella at leiga í fuktigum kjallarum, á bústaðarmarknaðin. 

Eg skundaði mær at tendra telduna, og fór beinanvegin á heimasíðuna hjá Bústøðum at kunna meg meira. Eg las upp og niður um komandi byggingina, og hugdi eisini eftir tekningum av komandi íbúðunum á Biskupstorgi í Klakksvík. “Har vil eg búgva”, hugsaði eg, og skrivaði meg upp til eina 3-rúmsíbúð – beinanvegin. Tær 200 krónurnar, tað kostaði at skriva meg upp, helt eg vera væl brúktar. Eg meinti mína tilmelding í álvara. Eg havi síðani tá spælt mær við tankan, um hvar í íbúðini á Biskupstorgi, mín guli skenkur skal standa, og ímyndað mær hvussu væl málningurin frá ommu, fór at rigga í eini spildurnýggjari íbúð. Eisini verður tað deiligt at hava so stutta leið til míni frítíðarítriv – at búgva mitt í býnum – fantastiskt!

Sum flestum kunnugt, vórðu øll sum skrivaðu seg upp til bústað frá Bústøðum millum 2. Og 30. September, javnt sett á bíðilistanum – tað fingu vit at vita frá byrjan, og eftir freistina, skuldi lutakast verða um hvar á bíðilistanum vit vóru sett. Øll sum skrivaðu seg upp eftir 30. September, komu á bíðilistan í tí raðfylgju, tey høvdu skrivað seg upp.


Eg var kanska eitt sindur bláoygd, tá eg tann 1. Oktober skundaði mær at kanna postin – eg væntaði við vissu at fáa bræv frá Bústøðum, um at eg var nummar okkurt á bíðilistanum til íbúð á Biskupstorgi – helst millum tey, sum sluppu inn. Mær kunnugt, var ætlanin at byggja 30 íbúðir, men sum eg hevði hoyrt, høvdu yvir 60 skrivað seg upp til eina av teimum íbúðunum. Kjansurin burdi so verið umleið 50/50. So skjótt eg sá at onki bræv frá Bústøðum var í postkassanum, sendi eg ein teldupost til teirra, og fekk heilt skjótt svar, sum segði at eg kundi vænta mær eitt nummar í seinnu helvt av oktober. At tað so bleiv nógv drúgvari er irriterandi – eg havi verið ótolin – sera ótolin.
Endiliga lá leingi væntaða brævið í postkassanum, og eg var ótrúliga spent, tá eg opnaði konvoluttin. Yvirskriftin hoppaði í eyguni á mær “Vælkomin á bíðilistan hjá Bústøðum”. Eg las víðari … “Tú ert nummar 00948” á bíðilistanum”… WTF????? Til seinast í brævinum stendur “Hevur tú rættingar til tína umsókn ella spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.”
Eg skundaði mær at ringja til Bústaðir, fyri at spyrja hvat tað inniber at vera nr 948. Tað inniber snøgt sagt at eg eri eitt nummar – ella sum Terji Rasmussen hevði sungið “eri bert eitt nummar í rúgvuni” – soleiðis skilti eg tað í hvussu so er. Eg segði at eg hevði skrivað meg upp til eina íbúð á Biskupstorgi í Klakksvík, og eg noktaði at trúgva at yvir 900 høvdu skrivað seg upp til eina av teimum íbúðunum. Rætt var – yvir 900 fólk høvdu ikki skrivað seg upp til íbúð í Klakksvík, men svarið var, at tey vóru ikki byrjaði at byggja í Klakksvík enn, so enn var ongin bíðilisti gjørdur nágreiniliga til Biskupstorg. Eg havi skrivað meg upp til eina íbúð á Biskupstorgi – ikki til eina ella hvørja íbúð, men kortini eri eg á bíðilistanum til bara onkra íbúð?? Eg gjørdist ikki klókari, tá eg spurdi nær eg kundi vænta mær eitt brúkiligt nummar til eina av íbúðunum í Klakksvík.
Eg havi bíðað í 2 mánaðar eftir brævinum frá Bústøðum, og væntaði mær at fáa ein avgerandi brik til puslispælið, sum skal mynda mína framtíð. Eg eri 25 ár, og vil fegin fáa greiði á fleiri av mínum lívsviðurskiftum – harímillum mínum bústaðarviðurskiftum. Í skrivandi løtu havi eg eina íbúð í kjallaranum hjá foreldrunum.Her kan eg at vera so leingi eg havi hug – alt gott um tað, men eg vil vera sjálvbjargin, seta føtur undir egi borð. Eg væntaði mær svar – brúkiligt svar – t.d. hvat nummar eg eri á bíðilistanum til eina íbúð á Biskupstorgi í Klakksvík. Tað nummarið kundi eg brúkt til nakað. At eg eri nr 948 á einum bíðilista, sigur mær als onki. Tað sær ikki mætari út, enn at vit øll, sum hava skrivað okkum upp til íbúð frá Búðstøðum, eru á sama bíðilista – øll koyrd í sama sekk. Ongin munur er gjørdur á um ein hevur skrivað seg upp til íbúð í Havn, Sørvági, Klakksvík, …. Tað er púra óviðkomandi fyri meg, um 50 suðuroyingar standa á bíðilistanum til eina íbúð í Suðuroy, og somuleiðis óviðkomandi fyri tey, at 60 fólk standa á bíðilista til íbúð í Klakksvík. 
At fáa íbúð í Klakksvík var mítt fyrsta ynski, men mítt ávíkavist 2. Og 3. Ynski var at fáa íbúð í Havn ella Eysturoy. Hvat sigur nummarið 948 mær um hvar á listanum eg eri til 2. Og 3. Ynskini? Hví eru bíðilistar ikki gjørdir fyri tær einstøku byggiverkætlanirnar – teir bíðilistarnir høvdu verið meiri ítøkiligir. Um eg fekk at vita at eg t.d. eri nr 38 til eina av teimum 30 komandi íbúðunum á Biskupstorgi, hevði tað verið eitt brúkiligt svar.
Sum er, hongur alt í leysum lofti. Eg veit ikki nær ella um eg fái eina íbúð á Biskupstorgi – eg veit heldur ikki nær eg fái tað at vita – veit ikki so mikið sum nær íbúðirnar verða veruleiki. Eg byrji so smátt at ivast um tær verða veruleiki. Var tilmeldingin bara ein máti at kanna tørvin á bústaðarmarknaðinum? Eg havi hoyrt at íbúðirnar í Klakksvík skuldu verða lidnar í 2015, og nú nærkast vit heilt skjótt 2014. Tað er ikki so langt frammi í tíðini – eg havi brúk fyri at vita hvussu vorðið verður. Um eg fekk at vita at ein av komandi íbúðunum verður mín, hevði tað verið fantastiskt; men um eg hinvegin fekk nummar aftast á bíðilistanum til eina íbúð í Klakksvík, hevði eg tikið tað harfrá, og beinanvegin farið at hugt eftir øðrum møguleikum – t.d. keypa hús. Sum er, veit eg onki, og tað er ikki nøktandi.
Eg eri í tí hepnu støðu, at eg havi íbúð í heimbýnum – gottnokk eina fyribils íbúð, men eg trívist. Men hvat nú um føroyingar, sum lesa uttanlands, hava skrivað seg upp til íbúð hjá Bústøðum, í tí vón at flyta í almenna leiguíbúð í Føroyum eftir loknan lestur. Eg ivist ikki í, at tey ynskja sær svar til nær ella um tey fáa íbúð. Um tað var eg, sum í skrivandi løtu búðið uttanlands, og ikki fekk brúkiligt svar uppá mína umsókn, hevði eg kanska bara leitað mær eftir aðrari íbúð – kanska í Keypmannahavn – eg hevði í hvussu so er ynskt mær eitt brúkiligt svar uppá mína umsókn – sum eg hóast alt havi goldið 200 kr fyri.

Eg eri nr 948. Men hatta talið kann eg ikki brúka til ein skid. Kanska tað gevur meining í skipanini hjá Bústøðum, men við míni avmarkaðu vitan um teirra skipanir, gevur tað onga meining. Snilt hevði verið, um 948 var mítt brúkaratal til onkra skipan, sum eg hevði atgongd til – ein skipan sum kunnaði meg um mína støðu á bíðilistunum til tær verkætlanir sum eg havi skrivað meg upp til – bæði mítt 1. Val og 2. Og 3. Val. Ein skipan, sum kunnaði sínar brúkarar um verkætlanirnar og hvussu væl tær vóru komnar áleiðis….
Tá tað hevur tikið Bústøðum 2 mánaðar at gera ein bíðilista, eri eg farin at hugsa hvussu langa tíð tað so man taka teimum at gera íbúðirnar. Sum eg havi hoyrt, skulu íbúðirnar á Biskupstorgi standa lidnar um smá 2 ár – eg haldi meg verða nokkso naiva, um eg trúgvi teimum tíðarætlanum – tey kláraðu als ikki at halda seg til tíðarætlanina til bíðilistan…

Við vón um at fáa eitt brúkiligt svar.
Nr. 948