Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg eri nøgdur við innsatsin men ikki við úrslitið

John William Joensen

sigur Fríðin Ziskason, formaður í sp/f KÍ sum í løtuni arbeiðir við at styrka hópin til seinru hálvu

KÍ-B36 2-2 (1-1)
KÍ: Jákup Mikkelsen – Stefan Kalsø, Jógvan Isaksen, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, Jógvan Isaksen – Ivan Joensen, Erland B. Danielsen, Allan Joensen (Oddmar á Lakjuni, 63.), Eli Simonsen – Kristoffur Jakobsen – Leon Bjartalíð (Adrian Stauss Joensen, 70.)
Gult kort: Allan Joensen
B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen – Johan Ellingsgaard, Pól Erni Jacobsen, Herbert í Lon Jacobsen, Magnus Olsen – Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Hanus Thorleifsson (Asbjørn V. Gunnarsson, 46.) – Brima Koroma, Høgni Eysturoy (Bogi Hermansen, 66.), Bergur Midjord
Gult kort: Brima Koroma, Hanus Thorleifsson
0-1: Brima Koroma í 3. minutti.
1-1: Ivan Joensen í 23. minutti.
1-2: Róaldur Jacobsen 64. minutti.
2-2: Jógvan Isaksen 75. minutti.

Tað sást týðiliga á dystinum at talan var um eina botnuppgerð – at hetta vóru tvey lið sum vantað sjálvsálit – sum í fótbólti er ein sera týðandi partur. Spælið var sera trilvandi og óskipað stórar partar av dystinum – og harafturat var dysturin merktur av at baði liðini høvdu leikarar sum í løtuni ikki liva upp til tað støði ein eigur at krevjast í fremstu føroysku fótbóltsdeildini. 

Eftir vánaliga innsatsin móti Víkingi í Gøtu var roknað við at KÍ leikarar fóru at møta tendraðir og uppsettir – men longu í triðja minutti prikaði B36 hol á KÍ ballónina við einum deyðbólti. Fyrsta hornasparkið í dystinum – skuldi vísa seg at kosta KÍ trý stig. 

Árstalsfelagið úr Havnini kann heldur ikki brúka úrslitið til tað stóra tí tvær ferðir komu havnamenn á odda og álíkavæl megnaðu teir ikki at halda leiðsluna. Tað fellur eisini í eyguni at síggja at baði liðini stríðast við sama trupuleika – Vantandi royndir á lyklaplássum. 

Í sjálvum dystinum – var tað KÍ sum hevði fatur á rætta endanum. Fyrstu 70 minuttirnar av dystinum var tað KÍ sum hevði flestu álopini og B36 hevði sera stórar trupleikar við at koma til opnar málmøguleikar. Men seinastu 20 minuttirnar var tað B36 sum var vandamiklari.

Úrslitið ikki nøktandi
Fríðin Ziskason, formaður í sp/f KÍ sigur at hann eftir dystin ikki var nøgdur við úrslitið.

– Eg eri sera væl nøgdur við innsatsin hjá leikarunum og eisini haldi eg at nýggju mennirnir á liðnum stóðu seg væl. Eitt nú Jón Jacobsen, Nils Pauli Danielsen og eisini haldi eg at Allan Joensen kom sera væl frá leikluti sínum á miðvøllinum.

– Eftir dystin var seg sera skuffaður at vit ikki fingu trý stig burtur úr og tað eru stigini sum telja og tey hava vit ikki nóg mikið av.

– Vit arbeiða í løtuni við at styrkja liðið og tað arbeiðið gongur væl. Vit eru eisini kontaktaðir av leikarum sum ynskja at koma til Klaksvíkar, men vit leita eftir leikarum sum skulu fylla ávís lyklapláss og eg havi góðar vónir um at vit fara at koma á mál við hesum arbeiðinum.